Astrið er Miss Photogenic 2017

Astrið er Miss Photogenic 2017
Astrið Foldarskarð er millum 15 tær vakrastu kvinnurnar í danska ríkinum
 
24.09.2017 - 10:52

Tann 22 ára gamla Astrið Foldarskarð úr Rituvík luttók í gjár í kappingini um at blíva Miss Danmark 2017.

Tá avtornaði taldist fyrrverandi svimjitalentið millum 15 tær vakrastu kvinnurnar sambært dómarunum. Tilsamans 30 kvinnur vóru í finaluni.

Hóast Astrið Foldarskarð ikki gjørdist Miss Danmark 2017, vann hon heiðurin sum Miss Photogenic 2017. Hesa kappingina vann hon, tí hon hevði fingið flest atkvøður á Facebook, har fólk kundu dáma eina mynd av føroyska sprundinum. 

Umframt at blíva Miss Photogenic 2017, gjørdist Astrið Foldarskarð eisini Mis Her&Nu fyrr í mánaðinum.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV