Nú vilja nógv búgva á Hamrabøi í Kollafirði

Nú vilja nógv búgva á Hamrabøi í Kollafirði
Eisini fólk uttan fyri Tórshavnar kommunu eru við lutakastinum. 53 hava boðað frá áhuga. 11 vóru á bíðilistanum, áðrenn hann hvarv
Lutakast verður um 12 grundstykki í Kollafirði.
 
04.10.2017 - 07:59

Yvir hálvthundrað fólk vilja keypa grundstykki á Hamrabøi í Kollafirði.

Tórshavnar kommuna boðar frá, at nú freistin er farin, hava 53 skrivað seg upp til lutakastið um tey 12 stykkini.

Grundstykkini á Homrum eru bílig sammett við onnur grundstykki, sum kommunan selur.

Bílig stykki

Stykkini eru í miðal 544 fermetrar, og tey kosta góðar 255.000 kr. 

22 stykki er á Hamrabøi. 

Tey vórðu øll boðin teimum 11 á bíðilistanum, sum vildu keypa á Hamrabøi, við lutakasti eftir teirri mannagongd, sum hevur verið brúkt higartil. 

Øll sleppa við

Nú eru 12 stykki eftir og mannagongdin ein onnur. Eingir bíðilistar eru nú. 

Og fyri fyrstu ferð ber eisini til hjá fólki, sum ikki búgva í Tórshavnar kommunu, at keypa grundstykki frá kommununi.

Seinni í ár fer Tórshavnar kommuna at hava lutakast um stívliga 40 grundstykki við Klingurstjørn á Argjum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672