Yvirgangur í New York

Yvirgangur í New York
Átta fólk lótu lív í gjár í eini atsókn í New York, tá ein vøruvognur koyrdi á fólk sum vóru til gongu og á súkklu tætt við World Trade Center
Maðurin, ið koyrdi vøruvognin, er 29 ára gamli Sayfullo Saipov frá Uzbekistan
 
01.11.2017 - 08:03

Fimm fólk úr Argentina og eitt fólk úr Belgia, vóru millum tey átta sum í gjár lótu lív í eini atsókn í New York. Tað vátta uttanríkisráðharrarnir í londunum. Talan var um eina yvirgangsatsókn.

Tey fimm úr Argentina vóru vinfólk, sum vóru eina ferð í New York, tí 30 ár vóru liðin síðani tey vóru liðug á tekniska universitetinum í býnum Rosario.

Argentinska stjórnin finst hvassliga at álopinum, og heitir á øll lond í heiminum um at økja stríðið ímóti álopunum sum skola um allan heimin.

Umframt tey átta sum lótu lív, vórðu 11 fólk særd, og bæði argentinar og belgiarar eru millum tey særdu.

Álopið varð framt seinnapartin í gjár, amerikanska tíð, tá ein maður í einum vøruvogni koyrdi ímóti ferðsluni í nøkrum gøtum tætt við World Trade Senter, og koyrdi á fólk sum vóru til gongu og á súkklu.

Maðurin sum framdi álopið er 29 ára gamal og kom úr Tampa í Florida. Hann er føddur í Usbekistan og kom til USA í 2010, og hann hevur fingið loyvið at búseta seg í USA.

Løgreglan skjeyt mannin í búkin, og hóast hann varð álvarsliga særdur, so sigur løgreglan seg rokna við, at hann kemur fyri seg aftur, so hann kann avhoyrast.

Prógv skulu vera funnin fyri at maðurin stuðlaði Islamskan Stat.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Bjarki Hansen
202767
Fríggjadag 16. januar
Breddin: Støðulýsing um Iran
202763
Fríggjadag 16. januar
Morgunlestur fríggjadagur 16.januar 2026
202445
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571