Frítíðargrunnurin: nú er lágmarkið 13 milliónir

Frítíðargrunnurin: nú er lágmarkið 13 milliónir
Kunngerðin er broytt, so nú kann grunnurin hjálpa starvsfólki í peningastovni, sum fer á heysin
Kópakonan er millum verkætlanirnar, sum Frítíðargrunnurin hevur latið pengar til.
 
20.11.2017 - 13:12

Mark er nú sett fyri, hvussu nógv kann fjara í kassanum hjá Frítíðargrunninum.

Markið er 13 mió. kr., uttan so at landsstýrisfólkið, sum varðar av grunninum, gevur loyvi til at fara niður um markið.

Kunngerðin um Frítíðargrunnin er broytt. 

Fæið í grunninum kann sambært broytingini ongantíð fara niður um 13 mió. kr.

Eisini peningastovnar

Kunngerðin loyvir nú eisini grunninum at geva teimum, sum hava arbeitt í einum peningastovni, sum fer á heysin, frítíðarløn móti at vinna rættin til kravið um pengarrnar móti trotabúnum. 

Í Frítíðargrunninum er frítíðarløn, sum fólk ikki hava tikið út.

Grunnurin játtar pengar til tiltøk, sum útvega lønmóttakarum frítíðarmøguleikar. Nevnast kunnu grindabátar í Vági, frítiðarøkið í Lamba, minnisvarðar og Nesvík. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541