Eingin kæra komin um Kristin

Eingin kæra komin um Kristin
Kristin Michelsen vísir ikki aftur at velja nevndirnar av nýggjum, men eingin fundur er ásettur enn. Hetta er brot á samtyktirnar, sigur meirilutin
 
10.01.2018 - 13:00

Meirilutin í Tvøroyar býráði hevur boðið minnilutanum fýra formanssessir í nevndunum í býráðnum, tað vil siga ein sess afturat teimum, sum minnilutin nú hevur og tók sær eftir valið, tá hann skipaði meiriluta.

Meirilutin skal so hava fýra formanssessir.

Men sambært Javnaðarflokkinum í býráðnum á Tvøroyri á Facebook er minnilutin ikki nøgdur við hetta. Hann krevur tríggjar formanssesir, borgarstjóran og varaborgarstjóran.   

Innlendismálaráðið hevur onga kæru fingið um borgarstjóran á Tvøroyri, sum uttan grundgeving hevur útsett býráðsfundin, sum sambært lýstu fundarskránni skuldi vera 8.januar.

Kommunala eftirilitið í Innlendismálaráðnum kann av sínum eintingum taka upp mál. 

Men tað er ikki gjørt í hesum førinum, sigur Hilmar Høgenni í Innlendismálaráðnum.

Meirilutin í býráðnum vísir til kommunustýrislógina í brævi til borgarstjóran og kommunustjóran á, at samtykta fundarætlanin, sum er kunngjørd á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu, er bindandi.

Meirilutin ráðførdi seg við Innlendismálaráðið, tá brævið varð skrivað.

Ein góð grundgeving skal til, um fundir skulu útsetast. Í hesum føri er eingin grundgeving yvirhøvur, sigur meirilutin. 

Hann heitti tí mánadagin á borgarstjóran og kommunustjóran um at áseta eina eyka býráðsfund sum skjótast.

Meirilutin ætlaði at fáa býráðsnevndirnar valdar av nýggum tann 29.desember. Men tað bar ikki til.

Tá segði Kristin Michelsen, borgarstjóri, at hann vísti ikki aftur ynskinum um nevndarval.

Málið verður viðgjørt á fyrstkomandi fundi í býráðnum tann 8.januar 2018, fekk borgarstjórin ført í gerðarbókina hjá býráðnum.

Tann fundurin varð útsettur. Nýggjur fundardagur er ikki ásettur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Leygardag 9. mai
Upp á tá - 080526
208129
Leygardag 9. mai
Vikan 9. mai 2026
208127
Fríggjadag 8. mai
Vikuskiftið 8 mei 2026
208110
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968