Nógvur toskur at fáa við línu á Flemish Cap

Nógvur toskur at fáa við línu á Flemish Cap
Fimm føroysk skip eru á Flemish Cap. Tey fara til Nýfundlands við fyrru lastini. Fiskurin skal til Føroya í bingjum
Kambur er aftur í ár á Flemish Cap.
 
11.01.2018 - 12:40

Tey fimm føroysku línuskipini á Flemish Cap hava góðan fiskiskap, sigur Vørn.

Tey fáa 23 til 30 tons av toski um dagin, so nógv, sum tey klára at frysta.

Skipini eru Klakkur, Eivind, Kambur, Ågot og Stapin. Tey frysta toskin umborð.

Hvør stertur til Føroya

Fiskurin skal í land í Føroyum, so fyrra túrin fara skipini inn til Bay Roberts í Nýfundlandi at landa. Higar eru okkurt um 300 fjórðingar at sigla av fiskileið.

Haðani kemur hann í bingjum við farmaskipi til Føroya. 

Kvotan er 2.491 tons og talan er um felagskvotu.

Týsdagin var sjaskveður á Flemish Cap, men nú er veðrið betri. 

Vil hava eginkvotur

Aftur hesa ferð bað Fiskivinnuráðið um, at fiskiskapurin á Flemish Cap verður skipaður við eginkvotum í staðin fyri felagskvotu.

Í sínum hoyringarskrivi um kunngerðina um fiskiskpain á Flemish Cap í 2018 biður Fiskivinnuráðið landsstýrismannin hava hetta í huga næsta ár, so skipini tá fáa egnar kvotur.

Reiðarafelagið vil hava undantak frá kravinum um, at alt skal avreiðast í Føroyum, tá fiskað verður á fjarleiðum, eitt nú á Flemish Cap.   

Eygleiðarar

Tveir eygleiðarar úr Føroyum fara um borð á hvørt sítt skip, tá skipini koma inn at landa. 

Tað verður væntandi eina ferð í næstu viku.

Føroyar hava í NAFO bundið seg til at hava eygleiðing við 25 prosentum av føroysku skipunum á Flemish Cap.    

   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334