- Tíðindi, mentan og ítróttur
Í kvøld verður aftur beinleiðis útvarp úr SALT á Drelnesi

Radio SALT og Kringvarp Føroya skipa í kvøld, mikudagin 28. oktober, klokkan 19 fyri kvøldsetu í Mentanarhúsinum SALT á Drelnesi. Atgongdin er ókeypis, og kvøldsetan verður send beinleiðis í útvarpinum.
Mary Antonsdóttir, fakfelagsleiðari, fer at greiða frá sínum fakøki og ungdómsárunum í Suðuroynni. Bjørg av Rana, sum rekur hjálparfelagsskapin Næstin, fer at greiða frá hugsjónini aftan fyri felagsskapin og átøkum, sum hann hevur framt.
Magnus Hansen, formaður í Fornminnafelagnum í Porkeri, fer at greiða frá søvnunum í bygdini og søgu Porkeris.
Eisini vitja Trina Grønbech og eitt annað umboð fyri Fab.Lab. Tey fara at greiða frá verkætlanini at framleiða lutir úr plasti, sum rekur higar við streyminum.
Jacobina fer saman við tveimum limum úr Deiggj at spæla nøkur løg. Gundur skipar fyri skemtinum, sum millum annað fer at snúgva seg um heilsuøkið í Suðuroynni.
Á kvøldsetuni verður eisini greitt frá einum almennum tiltaki í SALT seinast í mánaðinum.



























