Bara pengar til skanna tveir dagar um vikuna

Bara pengar til skanna tveir dagar um vikuna
Tað kostar 1,6 millión krónur, skal MR skannarin brúkast fimm dagar um vikuna
CT skannarin verður brúktur fimm dagar um vikuna, og eingin bíðitíð er.
 
23.01.2018 - 12:42

Pengar eru bara til at brúka MT skannaran á Landssjúkrahúsinum tveir dagar um vikuni.

Bíðitíðin er tí í minsta lagi ein mánaði at sleppa í skannaran.

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í svari. Hon sigur, at hon fer at gera okkurt fyri at loysa málið.

Eitt uppskot hjá Sambandsflokkinum verður stór hjálp, sigur hon.    

Tað fer at kosta Landssjúkrahúsinum 1,6 mió. kr. at brúka MR skannaran hvønn gerandisdag.

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í svari til Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmann, sum spurdi, hvussu leingi fólk skulu bíða eftir at sleppa í skannararnar í Landssjúkrahúsinum. 

Eingin bíðitíð

Sirið Stenberg svarar, at til CT skannaran er so at siga eingin bíðitíð. 

Til MR skannaran hevur bíðitíðin verið okkurt um ein mánað, men bíðitíðin kann eisini vera upp í tríggjar mánaðir. 

Um ongar tillagingar verða gjørdar, fer bíðitíðin til MR skannaran væntandi at økjast sum frá líður, tí eftirspurningurin er størri enn verandi orka. 

MR skannarin verður vanliga brúktur tveir dagar um vikuna. 

Skal hann brúkast hvønn gerandisdag, er brúk fyri tveimum radiografum afturat.

Tað kostar eina millión um árið. Harafturat koma 600.000 kr. til myndagreiningar.

Fleiri skanningar

Landssjúkrahúsið roynir tó, sigur Sirið Stenberg. Í 2013 vóru 792 MR skanningar, í 2017 vóru tær 1.549.  

Sirið Stenberg sigur, at hon fer í næstum at umrøða bíðitíðina til MR skannaran við leiðsluna í Landssjúkrahúsinum. 

Ein møguleiki er at raðfesta virksemið í sjúkrahúsverkinum øðrvísi, soleiðis at meira orka verður brúkt til MR skanning, op minni orka verður brúkt til okkurt annað. 

Í svari sínum nevnir Sirið Stenberg uppskotið hjá Sambandsflokkinum um viðgerðartrygd í sjúkrahúsunum.

Tað uppskotið er eitt frálíkt høvi hjá politisku skipanini saman við serfrøðini, sum væntandi fer at verða hoyrd í málinum, at fáa lýst samansetta spurningin um bíðitíðir í sjúkrahúsverkinum. 

Vónandi koma vit nærri einum svari upp á hvørja ítøkiliga loysn, vit í Føroyum skulu velja í hesum málinum, sigur Sirið Stenberg í svari sínum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095