Kristin Michelsen verður eisini løgtingsmaður

Kristin Michelsen verður eisini løgtingsmaður
Meirilutin á Tvøroyri fer ikki at krevja, at Kristin Michelsen skal velja, um hann vil vera borgarstjóri ella løgtingsmaður. Í øllum førum ikki enn.
 
31.01.2018 - 21:22

Kristin Michelsen sleppur til arbeiðis á Tinghúsvegnum í Havn, tá løgtingsfundur verður í næstu viku.

Nýggi meirilutin heldur, at hann skal sleppa at vera bæði borgarstjóri og løgtingsmaður. Fyribils, í øllum førum.

Atkvøddu ikki fyri

Tað var annars ikki støðan hjá javnaðarfólkunum á Tvøroyri í fjør.

Býráðið á Tvøroyri samtykti tann 13. februar í fjør, at Kristin Michelsen kann vera bæði borgarstjóri og løgtingsmaður.

Táverandi meirilutin, Kristin Michelsen, Kristina Roest, Anita Vibergsdóttir og Alvi Mortensen, atkvøddu fyri.

Minnilutin, umboðini fyri Javnaðarflokkinum, atkvøddu ikki fyri.

Súsanna Bertholdsen atkvøddi ímóti og segði, at borgarstjórin eigur at vera til staðar og at vera tøkur hvønn dag. Tað skrivaði tíðindaportalurin in.fo, sum var á býráðsfundinum, tann 14. februar í fjør.

Bogi Johannesen og Bjarni Hammer atkvøddu ikki.

Verður í báðum støðum

Kristin Michelsen hevur nú sum borgarstjóri ikki meirilutan í býráðnum.

Tað fekk eisini avleiðingarnar fyri landsstýrið í Tinganesi.

Sum løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin hevur Kristin Michelsen boðað løgmanni frá, at hann er ikki bundin at atkvøða saman við Javnaðarflokkinum í løgtinginum.

Orsøkin er, at umboðini hjá Javnaðarflokkinum í býráðnum á Tvøroyri vilja ikki samstarva við seg.

Javnaðarfólkini á Tvøroyri kunnu nú forða Kristin Michelsen at sita í báðum støðum og samstundis forða fyri, at tvídrátturin á Tvøroyri ávirkar samgongustevið í løgtinginum.

Men tað er ikki aktuelt, sum støðan er, sambært Bjarna Hammer.

- Tað er ikki nakað, vit viðgera júst nú. Meira er ikki at siga um tað, sigur Bjarni Hammer.

Hann hevur onga viðmerking um støðuna, sum javnaðarumboðini tóku á býráðsfundinum á Tvøroyri í fjør. Tað hava Súsanna Bertholdsen og Bogi Johannesen heldur ikki.

Løgtingið skal taka støðu

Kommunustýrini kunnu annars skjótt missa rættin at forða borgarstjórum at vera í løgtinginum.

Miðflokkurin heldur, at ein borgarstjóri í fullum starvi, sum verður valdur á ting, eigur at kunna taka við tingstarvinum, uttan at fáa loyvi frá einum meiriluta í einum kommunustýri.

Jenis av Rana og Bill Justinussen er farnir í løgtingið við lógaruppskoti, sum ber við sær, at kommunustýrini kunnu ikki taka rættin frá borgarstjóranum at røkja bæði størvini samstundis.

Flokkurin heldur, at tað er í stríð við fólkaræðið, at nógv fólk kunnu velja borgarstjórar í løgtingi, sum síðan ikki sleppa í løgtingið fyri nøkrum fáum fólkum í einum kommunustýri.

Tað uppskotið verður samtykt, um andstøðan og Kristin Michelsen atkvøða fyri.

Tjóðveldismaðurin Pauli Trond Petersen og sjálvstýrismaðurin Jógvan Skorheim eru eisini bæði løgtingsmenn og borgarstjórar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Leygardag 30. november
Jambalaja - 301124
184448
Leygardag 30. november
Upp á tá - 291124
184433
Leygardag 30. november
Upp á tá - 221124
184431
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (2:4) - teknmálstulkað
184471
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (1:4) - teknmálstulkað
184468
Leygardag 30. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2) - teknmálstulkað
184426
Leygardag 30. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184422