Markið uttan loynital hækkar 150 kr.

Markið uttan loynital hækkar 150 kr.
Men kortterminalar mugu dagførast fyrst
Markið fyri gjalding uttan loynital hækkar.
 
02.02.2018 - 08:07

Nú ber til at gjalda fyri upp til 350 kr., bara við at vísa terminalinum kortið.

Higartil hevur upphæddin verið 200 krónur. 

Hetta kallar BankNordik nándfunka og nándkort. 

Aðrir pengingastovnar brúka orðini kontaktleys gjalding.

Nú ber til at gjalda upp til 350 kr, uttan at stinga kortið í terminalin.

Í fyrstu atløgu hækkar upphæddin ikki fyri gjaldskort av slagnum MasterCard. Hon hækkar í apríl. Til tá verður upphæddin á MasterCard 200 kr. hvørja ferð.

Dagføring krevst

Allir handlar noyðast tó dagføra kortterminalarnar til nýggja hámarkið, 350 kr. 

Verða terminalarnir ikki dagførdir, er hámarkið framvegis 200 kr.

Av trygdarávum verða fólk tó við jøvnum millumbili biðin um at seta kortið í terminalin og brúka loynitalið. 

Betri banki sigur, at sambært Nets er misbrúk við gjaldskortum uttan loynital øgiliga lítið, minni enn eitt prosent av øllum kortmisbrúki. Tí verður mett trygt at hækka hámarkið. 

Sum er verða 40 prosent goldin uttan loynital, tá fólk eru til handils, sigur Nets.

Nets væntar, at hetta talið fer at verða nærri 80 prosentum, tá hámarkið er hækkað.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065