Nýggjur flokkur í Grønlandi

Nýggjur flokkur í Grønlandi
Vittus Qujaukitsoq hevur latið inn neyðuga talið av atkvøðum fyri at stovna nýggjan politiskan flokk, hvørs aðalendamál er sjávræði í Grønlandi
 
04.02.2018 - 10:23

Ein nýggjur politiskur flokkur er ávegis í Grønlandi. Fyrrverandi landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Vittus Qujaukitsoq, fór beint sum hann tók seg úr flokkinum Siumut í september í fjør undir at stovna ein nýggjan flokk. Nú skrivar grønlendski miðilin Sermitsiaq, at umsitingin hjá grønlendsku valnevndini hevur fingið undirskriftirnar, sum skulu til at stovna ein nýggjan flokk og nú verður kannað, um hesar fullgóðar. 942 atkvøður skulu til.

Nýggi flokkurin eitur Nunatta Qitornai.

Flokkurin hevur enn onga stevnuskrá - yvirskipaða málið er tó sjávræði.

Við grønlendsku útvarpstíðindini hevur Vittus Qujaukitsoq sagt, at sjálvræði fyri Grønland og økt sjálvræði í øllum viðurskiftum, sum hava við Grønland og grønlendska fólki at gera, er aðalendamálið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439