Umhvørvisstovan fingið átalu

Umhvørvisstovan fingið átalu
Tvey ár eru alt ov leingi at biða eftir einari marknaumskipan. Tí hevur Løgtingsins umboðsmaður givið Umhvørvisstovuni eina álvarsliga átalu.
 
09.02.2018 - 09:22

Átalan er so álvarslig, at Umboðsmaðurin hevur kunnað formansskapin í løgtinginum, løgmann og landsstýriskvinnuna í Heilsu og innlendismálum um málið.

Byrjaði í 2016

Málið byrjaði 4. apríl 2016, tá ein kommuna sendi umsókn til Umhvørvisstovuna um marknaumskipan. 

Tá málið ikki varð avgreitt í oktober í fjør, kærdi tann, sum skal hava jørð frá matrikuleraða, til Løgtingsins umboðsmann.

Fólk hjá Umhvørvisstovuni hava verið á staðnum fimm ferðir í 2016 og tvær ferðir í fjør og gjørt uppmátingar. 

Málsviðgerðin ov drúgv

Umboðsmaðurin heldur tað ikki vera í lagi, at hvørki í journalskrásetingunum ella ferðauppgerðum hjá Umhvørvisstovuni ber til at staðfesta, um og nær uppmátingar eru gjørdar. 

Av tí at gongdin í málinum ikki er nóg væl skjalfest, kundi Umboðsmaðurin ikki meta, um umberandi orsøkir eru fyri drúgvu málsviðgerðartíðini. 

Men tað er alt annað enn gott, at málið framvegis ikki varð avgreitt skjótt tvey ár eftir, at Umhvørvisstovan fekk umsóknina. 

Málið er ikki stórt ella torgreitt at siggja til.

Tann 30. mars 2016 avgjørdi kommunan at keypa hjallin hjá klagaranum og í tí sambandi býta 15 fermetrar frá einum privatum matrikulnummari og leggja teir saman við ogn hjá kommununi. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439