Bumbumaðurin í Austin deyður

Bumbumaðurin í Austin deyður
Maðurin sum er eftirlýstur fyri at hava sent deyðiligar brævbumbur í statinum Austin í Texas, sprongdi í morgun seg sjálvan í luftina
Væntaði bumbumaðurin á posthúsinum við tveimum pakkum.
 
21.03.2018 - 14:57

Myndugleikarnir siga, at hvíti 24 ára gamli maðurin sprongdi seg í bili sínum í Austin, tá løgreglan skuldi handtaka hann. Ein løgreglumaður fekk skaða í hørðu spreingingini.

Løgreglan heldur, at maðurin hevur sent 5 brævbumbur, sum kravdu tvey mannalív og fýra fólk fingu skaða. Tað er enn ógreitt, hví hann framdi atsóknirnar.

Løgreglan fann slóð eftir mannin, tá bilurin hjá honum var sæddur standa uttanfyri eitt gistingarhús við ein motorveg í Austin.

Maðurin royndi at flýggja undan løgregluni í bili sínum, men hann koyrdi útav vegnum og endaði í mýrulendi.

Tá løgreglan skuldi handtaka hann, sprongdi hann seg sjálvan í luftina.

Løgreglan vil hvørki upplýsa navn, ella um hann var ættaður úr Austin. Tað er eisini ógreitt, um maðurin var einsamallur um atsóknirnar.

Chris Combs, FBI-agentur, sigur við AP, at møguliga er onkur brævbumba har úti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439