Amerikanarar ikki álit á Facebook

Amerikanarar ikki álit á Facebook
Minni enn annar hvør amerikanari hevur álit á, at Facebook heldur dátalógina, tá tað kemur til at handfara og tryggja persónligar upplýsingar
Mynd: reuters  
 
25.03.2018 - 14:46

Í vikuni frættist tað, at greiningarfyritøkan Cambridge Analytica ólógliga hevur fingið fatur á upplýsingum hjá meira enn 50 milliónum brúkarum á Facebook.

Gølan hevur millum annað fingið bretska parlamentið at krevja svar frá stovnarinum, Mark Zuckerberg, sum hevur biðið um umbering fyri gøluna. Hann sigur eisini, at Facebook framyvir fer at gera broytingar á sosiala miðlinum, sum skulu tryggja persónligu upplýsingunum hjá brúkarunum. 

Ein nýggj kanning hjá Reuters og Ipsos vísir, at minni enn annar hvør amerikanari hevur álit á Facebook, tá tað snýr seg um at seg innan fyri lógina og tryggja persónligu dáturnar hjá brúkarunum. 

Kanningin vísir, at einans 41% líta á Facebook til at halda lógina um handfaring av persónligum upplýsingum. Harafturímóti líta 66% á Amazon, 62% á Google og 60% á Microsoft til at akta lógina viðvíkjandi persónligum dátum.

Í kjalarvørinum av gøluni hevur hashtaggið #DeleteFacebook eisini tikið dik á seg á Twitter. Enn er tað tó torført at siga, hvørt brúkarar í roynd og veru kunnu sleppa einum sosialum miðli, sum er so integreraður í lívi okkara, sigur greinari Debra Williamson við Reuters.

Sosiali miðilin Mastodon, sum er ein kappingarneyti hjá Facebook, hevur í døgunum eftir gøluna fingið fleiri enn 5.800 brúkarar, skrivar The Washington post. 

Mastodon sigur seg vera eitt tryggari alternativ til Facebook, og hevur Mastodon slakar 1.1 milliónir brúkarar. Facebook harafturímóti hevur 2.2 milliardir brúkarar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938