Skipaflotin kring heimin skal nútímansgerast

Skipaflotin kring heimin skal nútímansgerast
Nú skal greiða fáast á, hvussu skipaflotin kring heimin kann nútímansgerast, so útlátið av dálkandi evnum kann minka
 
30.03.2018 - 12:09

Í fyrstu viku í apríl fer ein arbeiðsbólkur til verka, sum skal koma við einum uppskoti til IMO, um, hvussu dálkingin frá skipum kann minka.

Japan hevur mælt til, at útlátið frá skipum skal minka við 40 prosentum til 2030, í mun til útlátið í 2008, og útlátið skal minkast við eini helvt til 2060.

Tey sumj reka skipavinnu halda at japanska uppskotið er ítøkiligt og ein góð byrjan, men tey siga seg samstundis bera ótta fyri, at uppskotið ikki verður samtykt.
Dálkingin frá skipavinnuni og flogferðsluni vóru ikki við í veðurlagsavtaluni sum londini gjørdu í Paris í 2015. Síðani hevur flogferðslan arbeitt við sínum broytingum, og tí er skipaferðslan einasta vinnan har einki er hent enn.

Tí hevur ST stovnurin, IMO, sett sær fyri at koma við eini ætlan í ár, sum skal galda til 2023, tá verulig ferð skal setast á arbeiðið at minka um útlátið frá skipum.
Eydnast tað ikki, so ætlar ES at seta sínar egnu reglur fyri, hvussu útlátið frá skipum kann minka.

Ein kanning sum IMO hevur gjørt, vísir, at skipavinnan stendur fyri 2,5 prosentum av útlátinum av vandamiklum evnum, og at útlátið fer at vaksa við millum 50 og 250 prosentum til 2050.
Metingar vísa, at tað er lættari sagt enn gjørt at finna semju, tí tríggir fjórðingar av øllum skipum eru skrásett í sonevndum flagglondum, tað vil siga, at tey sigla ikki undir flaggi hjá egnum londum, men hjá londum har krøvini eru nógv øðrvísi.

Danmark, Belgia, Spania, Ný Sæland og Marshall-oyggjarnar mæla til størri átøk enn Japan. Tey mæla til at útlátið skal minka við 70 prosentum til 2030, og at eingin dálking skal vera frá skipum í 2050.
USA sigur seg ikki ætla seg at leggja seg út í umrøðuna um dálking frá skipum. Argentina, Brasil, Saudiarabia og India mæla til at útseta umrøðuna til seinnu helvt av hesi øldini.
Umhvørvisnevndin hjá IMO fer at hava fund í London frá 9. til 13. apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462