Roynd at basa skøru miseydnaðist

Roynd at basa skøru miseydnaðist
Royndirnar hjá Tórshavnar kommunu at basa garðaskøruni við at geva ítróttarfeløgum og skúlaflokkum stuðul til at rudda ávís øki góvu ikki ætlaða úrslitið
Garðaskøra.
 
26.11.2025 - 07:30

Royndirnar hjá Tórshavnar kommunu at basa garðaskøruni við at geva ítróttarfeløgum og skúlaflokkum stuðul til at rudda ávís øki góvu ikki ætlaða úrslitið.

Orsøkin er, at tey, sum gjørdu arbeiðið, ikki fingu neyðuga kunning og vegleiðing.

Og eingin skipað viðlíkahaldsætlan var aftaná.

Tað sigur umsitingin hjá býráðnum.

Í 2021 var nógv skøra skrásett í Tórshavnar kommunu. 

Og í ár hevur býargartnarin saman við umsitingini gjørt stakroyndir á útvaldum økjum. 

Tað vísir seg, at kannaðu økini vísa, at skøran spjaðir seg støðugt.

Mett verður, at hon køvir føroyskan upprunavøkstur. 

Køvir annan gróður

Har skøra er, megnar upprunavøkstur ikki at yvirliva, serliga tí, at garðaskøran ikki 
setur treytir til vakstrarlíkindi.

Tórshavnar býráð hevur samtykt at játta 50.000 kr. um árið í trý ár til at basa garðaskøru og øðrum innræsnum vøkstri í samstarvi við Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn.

Og hálv millión kemur aftrat til eitt fólk aftrat í lendisliðnum hjá kommununi.

Umhvørvisstovan og FNU hava staðiliga heitt á kommununa um ikki at leggja ábyrgdina á fólk í kommununi, men sjálv ganga á odda í stríðnum móti innræsnum plantum á kommunalum økjum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688