FNU biður um bráðfeingis verndarviðgerð

FNU biður um bráðfeingis verndarviðgerð
Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag heitir á politiska myndugleikan um at verja øki á Sandoynni, áðrenn óbótaligur skaði verður gjørdur, sum felagið tekur til
Tað eru hesi øki, sum FNU vil hava Umhvørvisstovuna at bráðfeingisverja eftir grein 27 í náttúruverndarlógini
Mynd: kortal.fo  
 
23.11.2025 - 19:11

Málið um Suðuroyartunnilin er enn í politisku skipanini og enn er ikki gjørt av, hvar tunnilin skal koma  upp.

Fyri suðuroyingar hevur tað størstan týdning at fáa tunnilin, men fyri sandoyingar - og eisini fyri náttúru- og umhvørvisfólk - hevur tað týdning, hvar tunnilin kemur upp.

Djúpidalur er tað staðið, har tunnilsfelagið vil hava tunnilin upp, men tað er tó ikki bara sum at siga tað, tí heimasandsfólk, og Sands kommuna, hava alment boðað frá, at tey eru ímóti tí ætlanini, um hon hevur við sær, at ferðslan frá tunlinum verður leidd gjøgnum Sands bygd.

Og Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag er eisini ímóti, um vegurin verður førdur ígjøgnum tey, sambært felagnum, serligu økini, sum eru í Sandoy.

Tað kom millum annað fram á umhvørvisfundinum, um vit kunnu kalla tað so, sum var hildin á Finsen fyrr í hesum mánaðinum, og tað kemur eisini fram í skrivinum, sum felagið hevur sent miðlunum, í sambandi við, at FNU hevur heitt á Umhvørvisstovuna at seta í gongd eina bráðfeingis verndarviðgerð sambært grein 27 í náttúruverndarlógini av Sandsvatni, Hálsavøtunum og lendinum Millum Vatna, sum eru týdningarmestu fugla- og vistskipanarøkunum í Føroyum.

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag hevur fleiri ferðir gjørt greitt, at felagið onga støðu hevur til, UM tunnil skal gerast ella ikki. Hinvegin hevur felagið eina greiða støðu til tær avleiðingar, sum ein slíkur tunnil kann fáa á tey øki, sum tunnilin fer ígjøgnum. Og felagið er ímóti, at farið verður ígjøgnum økir, sum hava so stóran týdning fyri føroysku náttúruna, sum omanfyrinevndu øki hava.

Tí hevur felagið fyrr heitt á allar partar um at hugsa seg væl um, og nú hevur felagið heitt á Umhvørvisstovuna um at seta í gongd eina bráðfeingis verndarviðgerð sambært grein 27 í náttúruverndarlógini.

– Økið Millum Vatna og vøtnini kring Sands bygd eru náttúruøki av serligum slag, sum hava bæði vistfrøðilig, mentanarlig og landslagslig virði. Tí eiga økini at verða vard beinanvegin, áðrenn ætlanir um vegagerð fara ov langt, sigur Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag.

Í áheitanini minnir FNU á, at Umhvørvisstovan longu í sínum hoyringssvari til uppskotið um projektering av Suðuroyartunlinum staðfestir, at økið umleið Sandsvatn, Gróthúsvatn, Stóravatn og Lítlavatn hevur serlig náttúruvirði, sum sambært náttúruverndarlógini eiga at verða vard.

Harumframt leggja Tjóðsavnið, Hagafelagið og fleiri aðrir partar í sínum egna tilfari dent á, at økið hýsir stórt tal av reiðrandi vaðfugli, sjáldsamar plantur og serligt lendi, sum í stóran mun er órørt.

– Tíðin er komin at seta fótin niður. Vit mugu tryggja, at náttúran ikki verður oyðiløgd av verkætlanini, tá hon kann leggjast øðrvísi, sigur FNU.

Trýst á pílin fyri at hoyra alt innslagið, sum var í sendingini klokkan 18.

1778037

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Vikuskiftið 27. mars 2026
206364
Fríggjadag 27. mars
Bønhústoftin á Velbastað
206355
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297