Oljudálkingin á Havnarvág: Tað mesta av oljuni sogin upp

Oljudálkingin á Havnarvág: Tað mesta av oljuni sogin upp
Tað mesta av oljuni er nú sogin upp, sum var endað á Havnarvág hósdagin. Sløkkiliðið hevur nú eina ábending um hvar oljan er komin frá.
01.12.2025 - 19:23

Hósdagin seinnnapart fekk Tórshavnar Sløkkilið fráboðan um oljudálking á Havnarvág. Á Kongabrúnni, við Bursatanga og út til molan. 

"Vit fingu fráboðanina ímeðan vit tóku okkum av øllum vatnskaðunum, sum vóru komnir av regninum og áarførinum," sigur Heini Østerø, sløkkiliðsstjóri hjá Tórshavnar Sløkkiliði.

Teir byrjaðu beinaveg at leggja girðingar út, sum súgva oljuna. Tá leygardagurin var av, høvdu teir fingið yvir 2000 litrar av olju upp. "So talan er um eina stóra mongd av olju. Tað átti onkur at lagt merki til, at tey mangla yvir 2000 litrar av olju." 

Sløkkiliðið hevur verið í samband við oljufeløgini, tí um onkur setur seg í samband við oljufelagið, tí tey brádliga mangla 2000 litrar av olju, so kunnu tey boða sløkkiliðnum frá.

Sløkkiliðið hevur ikki vitað hvar oljan kom frá, men eftir tíðindini á døgurði, funnu tey útav tí. Tað fekk Heini Østerø boð um ímeðan Kringvarpið gjørdi samrøðu við hann. 

Heini Østerø kann ikki staðfesta hvør orsøkin er í dag, men sløkkiliðið fer at kanna málið nærri.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025