Stendur í botni í samráðingunum

Stendur í botni í samráðingunum
Tað stendur í botni í samráðingunum millum Flogskiparafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Tað sigur semingsmaðurin Terje Sigurdsson.
 
14.04.2018 - 10:54

Partarnir fóru undir semingsroynd í gjár.

Í morgun klokkan fimm fóru partarnir til hús, og teir hava avtalað at hittast aftur í morgin klokkan 14.00.

Semingsmaðurin royndi at fáa glið á samráðingarnar í gjár, men uttan stórvegis úrslit. Tí er einki semingsuppskot komið á borðið enn.

Sáttmálin millum Flogskiparafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag fór úr gildi í nátt. Partarnir hava í fyrsta umfari longt sáttmálan til á midnátt týskvøldið.

Um semingin ikki ber á mál, og annar parturin ætlar at seta í verk arbeiðssteðg, sigur sáttmálin, at fráboðanarfreistin er í minsta lagi 14 dagar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391