Onki kannabis

Onki kannabis
Meirilutin í Trivnaðarnevndini mælir frá at samtykkja uppskotið um eina royndarskipan við medisinskum kannabissi.
 
18.04.2018 - 08:46

Uppskotið um eina royndarskipan við medisinskum kannabissi verður ikki samtykt í løgtinginum.

Meirlutin í Trivnaðarnevndini, tað eru umboðini hjá samgonguni, mælir tinginum frá at samtykkja uppskotið til samtyktar, sum Jenis av Rana hevur lagt fyri tingið.

Meirilutin staðfestir í áltitinum, at tað er møguligt hjá sjúklingum at fáa útskrivað cannabisolju frá læknum í Føroyum í dag. Allir læknar hava henda rættin, og neyðugt er tí ikki at søkja um serligt loyvi til tað.

Minnilutin í nevndini, tað eru umboðini hjá andstøðuni, tekur undir við uppskotinum og mælir tinginum til at samtykkja uppskotið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652