Tjóvar vórðu húðflongdir

Tjóvar vórðu húðflongdir
Fólk, ið stjólu í miðøldini og fram til 17. øld, fingu stóra bóð ella vórðu húðflong. Um tey stjólu fleiri enn tríggjar ferðir, vóru tey dømd til deyðis
 
30.05.2025 - 15:00

Skrivað og lisið upp: 
Andras Mortensen, Ph.d og lektari á søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

 

Í Tjóvabólkinum í Landslógini, sum altingið í Føroyum samtykti umleið 1279, verður ásett, at “vit skulu ikki stjala frá øðrum”.  

Hetta skuldi skiljast soleiðis, verður lagt afturat, “at um ein maður, sum ikki fær vinnu av liva av, stjelur mat og soleiðis bjargar sær lívinum frá hungri, tá er tann stuldurin á ongan hátt revsingarverdur”. 

Men um ein maður hevði vinnu at liva av, varð tjóvarí als ikki góðtikið, og tað varð revsað hart.  

 

Tríggjar kjansir

Um tann, sum varð tikin fyri at stjala, ikki var kendur fyri at hava stolið fyrr, skuldi hann ella hon førast á ting og annaðhvørt gjalda eina stóra bót til kong ella verða húðflongdur.  

Aðru ferð, tað hendi, skuldi tjóvurin gjalda dupulta bót ella verða verða húðflongdur og brennimerktur við einum lykli á kinnina, soleiðis at einhvør kundi síggja, at hann, so leingi hann livdi, var ein tjóvur. 

Um ein varð tikin fyri triðju ferð, gjørdist bótin til kong størri, soleiðis at ein misti hús og heim.

Men eftir hetta rakk tolið ikki longur. Nú var revsingin, at tjóvurin skuldi skuldi drepast. 

 

Tey flestu stjólu bara eina ferð

Sama orðaljóð stóð í Norsku lóg hjá Christiani kongi 4., sum í 1604 kom ístaðin fyri ta gomlu Landslógina.

Í teimum elstu tingbókunum sæst, at í tíðarskeiðinum frá 1615 til 1690, tá ið 316 kriminalmál vórðu dømd í tingskipanini, tey flestu á vártingunum, at 61 prosent av teimum snúðu seg um tjóvarí. 

Einans í trimum førum sæst, at menn vórðu brennimerktir á kinnina fyri at hava stolið fyri aðru ferð – tveir í 1626 og ein í 1670.

Hesi fáu førini sýna, at tann eyðmýkjandi revsingin hevur havt fyribyrgjandi virknað, soleiðis at tey fægstu stjólu meira enn bara ta eini ferðina. 

 

Stjólu orsakað av hungursneyð

Hin vegin sæst eisini í tingbókunum, at hesi 75 árini vórðu tjóvar tvær ferðir dømdir til deyða.  

Í 1625 vórðu tríggir funningsmenn dømdir til at verða hongdir fyri tjóvarí, men vórðu eirdir, tí góð fólk bóru í bøtuflaka fyri teimum og vístu á, at teir stjólu orsakað av hungursneyð.  

Ístaðin vórðu teir dømdir at gjalda kongi 110 gyllin, og neyvan hava teir goldið hetta sjálvir, tí tað svaraði til umleið ein triðing av skattainntøkunum hjá kongi av øllum landinum.

Onnur munnu hava goldið fyri teir fyri at lata teir liva. 

 

Hongjast fyri at stjala kjøt í Hovshólmi

Í 1669 vórðu tríggir tjóvar úr Suðuroy dømdir fyri at hava stolið kjøt í Hovshólmi.

Høvuðsmaðurin var dømdur at verða hongdur, og hjálparmenn hansara fingu linari revsingar.  

Annar skuldi missa allar sínar ognir og hin, sum einans hevði verið við ta eini ferðina, skuldi gjalda tríggjar merkur ella verða húðflongdur.  

 

Tjóvar eirdir vegna armóð

Tað endaði tó við, at tveir vórðu hongdir - bæði høvuðsmaðurin og tann fyrri hjálparmaðurin - av tí at teir árið eftir, meðan teir gingu leysir í Havn og bíðaðu eftir, at dómarnir skuldu verða útintir, stjólu ein bát og stungu av til Suðuroyar, har teir aftur stjólu kjøt í Hovshólmi fyri at lívbjarga sær. 

Annars sæst mangan í tingbókunum, at dømdir tjóvar vórðu eirdir vegna armóð, og at onnur guldu bótina fyri at sleppa tjóvinum undan at verða húðflongdur.  

Hetta var ein sera hørð og pínufull revsing, sum umframt skommina merkti ein fyri lívið, og ikki altíð bar til at fáa fólk at útinna revsingina.  

 

Eingin fekst at húðfleingja kvinnu

Í 1662 sæst, at ein kvinna á Sandi, sum fekk henda dóm fyri at hava stolið eitt sindur av mati, varð eird til at verða kákstrokin ístaðin, tí eingin fekst til at húðfleingja hana.  

At verða kákstrokin var tí mildari enn at verða húðflongdur. Tá varð ein bundin til ein stólpa, nevndur “kákur”, at verða alment pískaður og annars standa til há og spott.

Henda revsingin varð tikin av í 1866.

Í Havn stóð kákurin nærindis Kongabrúnni í dag, har, ið Kákabrekkan byrjar.

 

Hvat: Brot úr Føroya søgu
Hvar: Í Góðan morgun Føroyar og á KVF Ljóð
Nær: Hósmorgnar ella tá tað passar tær á KVF Ljóð 

Brot úr Føroya søgu er samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya og Kringvarp Føroyar um, at søgutátturin "Brot úr Føroya søgu" er fastur partur av morgunsendingini Góðan morgun Føroyar hvønn hósdag. Í táttinum verður sjóneykan sett á serstakan persón, hending, lut ella annað úr søgu okkara.  

Andras Mortensen er Ph.d og lektari á søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hann er útbúgvin cand.mag. í søgu og latíni frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn og hevur tikið Phd. í mentanarsøgu frá Fróðskaparsetri Føroya. Ph.d.-ritgerðina skrivaði Andras Mortensen um føroyska bátin við heitinum "Hin føroyski báturin" í 2001. Hann er fyrrverandi stjóri í Søvnum landsins, har hann eisini hevur starvast sum landsantikvarur. Hann fór í sítt núverandi starv á Setrinum í 2017.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. juni
Veðrið
193072
Sunnudag 8. juni
Andakt við Bergi Debes Joensen
192984
Sunnudag 8. juni
Guðstænasta úr Havnar kirkju
192979