Kommunulæknarnir í verkfall hósdagin

Kommunulæknarnir í verkfall hósdagin
Kommunulæknafelag Føroya boðar í kvøld frá, at læknarnir fara í verkfall hósmorgunin klokkan 8
Eingin viðtala verður frá hósdegnum klokkan 8, tí kommunulæknarnir fara í verkfall
 
01.05.2018 - 18:23

Kommunulæknafelag Føroya lýsir í kvøld verkfall at verða frá hósmorgunin klokkan 8.

Felagið sigur, at sáttmálauppskotið frá Fíggjarmálaráðnum als ikki kann góðtakast.

Kommunulæknafelagið hevur júst sent hetta tíðindaskrivið um verkfallið:

 

"Kommunulæknafelag Føroya hevur  seinnapartin viðgjørt seinasta uppskot frá FMR dagfest 30.apríl 2018 og kann als ikki góðtaka uppskotið.  

Kommunulæknarnir mugu tíverri staðfesta , at vilji ikki enn er til at bøta um sáttmálaviðurskiftini og harvið at fáa fleiri fastar kommunulæknar í starv  og á tann hátt betra kvalitetin í arbeiði okkara.

Sáttmálin, vit hava viðgjørt seinastu nógvu mánaðarnar, er gamal  (frá 2008 / 2010) og treingir til ábøtur. Eitt av uppskotum hjá  FMR er t.d. at niðurleggja eina læknavakt í miðøkinum og harvið gera viðurskiftini hjá borgaranum verri. Tað kann als ikki góðtakast.  

Tað, vit higartil hava sæð er í ov stóran mun manglandi vilji og eitt ynski um at ”pressa  citrónina enn meira”. Tað góðtaka vit ikki.

Kommunulæknafelag Føroya harmast um støðuna, men kennir seg kroyst til at lýsa til verkfall frá hósmorgni 3. Mei kl 8.00 fyri økið, ið er umfatað av sáttmálaumráðið okkara.

Talan er um kommunulæknaarbeiði í dagtíð og úrtíð.

Tórshavn 1 mei 2018

Kommunulæknafelag Føroya"

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985