Familja framt bumbuálop í Indonesia

Familja framt bumbuálop í Indonesia
Fleiri bumbuálop í Indonesia hava sunnumorgun dripið í minsta lagi 13 fólk. Fleiri afturat eru særd. Tað skrivar bretska kringvarpið.
Sløkkiliðsmenn uttanfyri hvítusunnukirkjuna, sum var ein av teimum trimum kirkjunum, sum vórðu sprongdar í bumbuálopunum í morgun
Mynd: BBC.COM  
 
13.05.2018 - 15:14

Tilsamans vórðu tríggjar bumbur sprongdar, og vórðu bumburnar sprongdar við tríggjar ymiskar kirkjur í Surabaya, sum er næststørsti býurin í Indonesia. 

Indonesiska løgreglan upplýsir, at álopini vórðu øll framd av einari familju. 

Ein mamma og tvær døtur hennara, sum vóru 9 og 12 ár, sprongdu seg sjálvar við eina kristna kirkju. Pápin koyrdi í einum bili, sum varð fyltur við spreingievnum, og rendi inn í kirkju, sum hoyrdi til hvítusunnurørsluna.

Synir teirra, sum vóru 16 og 18 ár, koyrdi við motorsúkklum inn í eina katólska kirkju, har teir síðani sprongdu seg sjálvar. 

Álopini vórðu samskipað - 10 minuttir vóru millum hvørja bumbu. Álopini hava kravt 13 mannalív, og enn fleiri eru særd.

Sambært BBC hevur Islamskur Statur tikið ábyrgdina av álopinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
RagnarRokk 3.september 2026
212238
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Joel Hokka um Via Miseria IV
212237
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Nirvargh um Upp úr Dýpinum
212236
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514