Giuseppe Conte nýggjur forsætisráðharri í Italia

Giuseppe Conte nýggjur forsætisráðharri í Italia
Nýggi forsætisráðharrin í Italia, Giuseppe Conte, sigur, at Italia fer at halda sínar skyldur, bæði í Evropa og mótvegis altjóða samfelagnum.
Nýggi forsætismálaráðharrin í Italia eitur Giuseppe Conte
 
24.05.2018 - 09:33

Conte roynir við hesum at sissa atfinningarsomu røddirnar í ES, sum stúra fyri, at triðstørsta evrulandið fær eina stjórn, sum ikki av heilum huga tekur undir við ES.

Giuseppe Conte fer at starnda á odda fyri stjórnini, sum mótmælisflokkurin, Fimmstjørnurørslan, og høgrasinnaði flokkurin, Lega, eru samdir um at skipa.

Conte er professari í løgfrøði, og hann hevur ongar politiskar royndir.

Av tí at Fimmstjørnurørslan og Lega ikki kundu semjast um, hvør av leiðarunum í hesum báðum flokkum skuldi verða forsætisráðharri, verður hildið, at Giuseppe Conte er ein neyðsemjuloysn.

Tá Conte var á forsetaborgini og fekk litið upp í hendur at skipa stjórn, segði hann, at hann ætlar at vera verjuadvokatur hjá italska fólkinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343