Eldgos í Guatamala goyst

Eldgos í Guatamala goyst
Í minsta lagi 25 fólk hava latið lív og fleiri hundrað hava fingið skaða, tí eldgosið Fuego í Guatemala fór at goysa í gjár.
Hermenn sópa øskuna á flogvøllinum burtur
Mynd: AFP  
 
04.06.2018 - 10:33

Harðar spreingingar og buldur vóru eisini, og serfrøðingar í eldgosum siga, at hetta er tað ógvusligasta, sum Fuego hevur goyst síðani 1974. 

Gosbræðing renur í stríðum streymi frá gosinum, og kolasvørt øska regnar niður yvir stórt øki. 

Almenna borgaraverjan í Guatemala sigur, at fólk vórðu brend og doyðu, tá gosbræðingin rann oman í bygdina El Rodeo og festi eld í fleiri hús og oyðilegði alt, sum fyri var. 

Sergio Cabanas, forstjóri í Almannaverkinum í Guatemala, segði í útvarpssamrøðu, at bygdin, El Rodeo, er nú nærum fjald undir gosbræðing. 

Enn hevur ikki borið til at koma til bygdina ella til grannabygdina La Libertad, og vandi er fyri, at gosbræðingin fer at breiða seg til aðrar bygdir.

Nógv fólk eru flýdd frá húsum, og altjóða flogvøllurin í høvuðsstaðnum er stongdur. 

Hildið verður, at eldgosið ávirkar beinleiðis og óbeinleiðis 1,7 milliónir fólk. 

Fólk í høvuðsstaðnum, Guatemala Býi, og har á leiðini hava fingið boð um at brúka masku, tí so nógv øska er í luftini.

Gosfjallið, Fuego, sum merkir eldur, er um 40 kilometrar í útsynning úr Guatemala Býi, og er eitt av virknaðstu eldgosum í Miðamerkia. Tað er aðru ferð í ár, at tað goysir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mikudag 16. september
Eitt korter við klassiskum
213339
Mikudag 16. september
Disney mótmælti ikki Disneyland After Dark
213203
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221