B36 í løgmansfinaluni

B36 í løgmansfinaluni
B36 er annað liðið í finaluni um Løgmanssteypið. Tað er greitt, eftir at B36 vann seinna dystin ímóti Suðringum 4-0
Mynd frá fyrra dystinum millum B36 og Suðuroyingar
Mynd: KVF  
 
13.06.2018 - 16:52

Tað er greitt, eftir at B36 vann stórsigur móti Suðringum í seinnu hálvfinaluni, sum varð spæld við Stórá í Trongisvágsfirði seinnapartin.

Úrslitið var 4-0 til B36. 

Keimar Saag skeyt tvey mál fyri B36, og hini skutu Benjamin Heinesen og Odmar Færø.

B36 vann fyrru hálvfinaluna 4-2, og fer tí í finaluna við samanlagt 8-2.

Hin hálvfinalan er millum AB og HB. HB vann fyrra dystin 2-0. 

Seinna hálvfinalan byrjar á Argjum klokkan 18, og Kringvarpið varpar út.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. juli
Poppverturin
194194
Týsdag 8. juli
Morgunlestur týsdagur 8.juli 2025
194080
Mánadag 7. juli
Poppverturin
194151
Mánadag 7. juli
Praktikanturin: Sesilia Sørensen
194139
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 5. juli
Video: 6mf menn
194076
Leygardag 5. juli
Video: 10mf, varmakelda 2025
194074
Leygardag 5. juli
Video: 5mf kvinnur, varmakelda 2025
194073