Víkingur skal vinna – men tað verður ikki lætt

Víkingur skal vinna – men tað verður ikki lætt
Champions League: Víkingur fekk eitt dreymalutakast og skal spæla móti Lincoln Red Imps F.C, men sjávt um Víkingur er favorittur, so verður tað ikki bara lætt
Atli Gregersen í dysti fyri Víking í Klaksvík
 
08.07.2025 - 12:25

Víkingur skal í kvøld klokkan 19 spæla móti meistarunum av Gibraltar, Lincoln Red Imps F.C, í 1. undanumfarinum í Champions League. Ein dystur, sum verður spældur í Klaksvík og stroymdur á heimasíðuni hjá Kringvarpinum. Víkingur er favorittur at vinna samanlagt, men tað merkir ikki at tað verður uttan mótstøðu.

- Hetta er eitt lið, sum vit meta at vit hava ein kjans ímóti, men teir hugsa nokk tað sama, sigur Jóhan Petur Poulsen, venjari hjá Víkingi.

Hann vísur á, at hetta er eitt felag við nógvum royndum í Evropa og talan er um fleiri royndar spælarar. Hartil hevur Lincoln Red Imps F.C keypt fleiri spælarar undan uppgerðini móti Víkingi. Fyri heimaliðið sita Bergur Gregersen og Rani Hansen uttanfyri við skaða. Annars eru allir mans klárir.

 

Lincoln Red Imps F.C er stóra felagið á Gibraltar

Fótbóltur á Gibraltar er í framgongd og hevur tikið nøkur stór fet, eftir at landið fekk limaskap í UEFA. Fótbóltssambandið gjørdi eina nýggja deild í 2019 við meistarabólki. Ongin vinnari var í 2019 orsaka av korona-farsóttini.

Síðani hevur Lincoln Red Imps F.C. vunnið landskappingina – Gibraltar Football League – fimm ferðir upp í slag. Samanlagt hevur felagið vunnið landskappingina 29 ferðir. Sermerkt við sigursrøðini er, at Lincoln Red Imps F.C. vann meistaraheitið 14 ferðir upp í slag frá 2003 til 2016.

Lincoln Red Imps F.C. er fyrsta felagið, sum hevur umboðað Gibraltar í Champions League. Tað var í 2014  og mótstøðuliðið var HB. Táverandi føroysku meistararnir vunnu samanlagt 6-3. Teir spældu 1-1 á Gibraltar og vunnu 5-2 á Tórsvølli. Málskjúttarnir vóru Levi Hanssen (3), Tróndur Jensen, Jóan Símun Edmundsson og Fróði Benjaminsen.

Í 2021 megnaði Lincoln Red Imps F.C at vinna seg í bólkaspælið í UEFA Conference League við sigri á lettiska Riga FC. Størsta einstaka bragdi í Evropa var í 2016, tá Lincoln Red Imps F.C vann 1-0 á skotska stórfelagnum Celtic. Liðið tapti tó returdystin 3-0.

Harðastu kappingarneytarnir í heimligu kappingini hava verið feløgini Europa og St Joseph’s. B36 hevur tvær ferðir vunnið á St Joseph’s. Fyrru ferð eftir brotssparkskapping í 2018, og ein 2-1 sigur í koronatíðini, tá ongin returdystur var.

Í 2022 spældi júst Víkingur móti Europa FC. Víkingur vann báðar dystirnar. 1-0 á heimavølli og 2-1 á útivølli. Annars hevur føroyska landsliðið fyri kortum vunnið 2-1 á Gibraltar. Tá vóru seks spælarar frá Lincoln Red Imps F.C. við.

Kringvarpið vísur dystin á stroymingini á heimasíðuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. desember
Morgunlestur týsdagur 30.desember 2025
201926
Mánadag 29. desember
Mono - fyrsta av trimum sendingum
202055
Mánadag 29. desember
Morgunlestur mánadagur 29.desember 2025
201925
Sunnudag 28. desember
Bolero 28 des 2025
202018
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. desember
Veðrið
202051
Sunnudag 28. desember
Andaktin
202020
Sunnudag 28. desember
Møti úr Kelduni.
202023
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983