Audi-stjóri handtikin

Audi-stjóri handtikin
Stjórin fyri Audi-samtakinum, Rupert Stadler, er handtikin og skuldsettur í sonevndu diesel-gøluni, skriva týskir miðlar.
Rupert Stadler, stjóri fyri Audi-samtakinum, er handtikin
Mynd: Zee Business  
 
18.06.2018 - 14:24

Stadler varð handtikin í Ingolstad í morgun, skriver Bild. Ákæruvaldið í Múnchen upplýsir, at hann er handtikin fyri at hava fjalt prógv.

Húsarannsókn var heima hjá Stadler í deilstatinum Bayern í síðstu viku.

Løgreglan hevur í tvey ár hildið vakið eygað við Stadler, men hann hevur alla tíðina sagt seg vera ósekan.

Men fleiri av starvsfólkum hansara hava tó greitt frá, at hann visti um,og enntá gav boð um svikið við diesel longu í 2012. 

Móðurfelagið hjá Audi, Volkswagen, viðgekk í 2015 at hava útgjørt bilarnar við tøkniligari útgerð, so útlátið gjørdist minni, enn tað í veruleikanum var.

Tað vóru amerikanskir myndugleikar, sum gjørdust varugir við tøknina, sum var sett í fleiri milliónir bilar fyri at pynta um umhvørvisskaðiliga útlátið frá diesel-motorum.

Volkswagen hevur játtað at hava brotið lógina í USA, og har eru tveir stjórar í Volkswagen dømdir fongsulsrevsing.

Fleiri bilframleiðarar í Evropa eru skuldsettir fyri at pilka við mátingar í fleiri ár fyri at fáa so lágt tal fyri útlát, sum til ber.

Í sambandi við kanningararbeiðið í málinum framdi týska ákæruvaldið í februar húsarannsóknir hjá fleiri stýrislimum í Audi.

Ákærduvaldið metir, at Audi hevur selt í minst lagi 210.000 bilar við svika-tøknini í USA og Evropa síðani 2009.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 12. mai
Morgunlestur týsdagur 12.mai 2026
208058
Mánadag 11. mai
Status eftir 9. umfør
208190
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158