Grikkaland og Makedónia skrivað undir avtalu

Grikkaland og Makedónia skrivað undir avtalu
Uttanríkisráðharrarnir í Grikkalandi og Makedónia hava skrivað undir eina avtalu, sum ásetir, at Makedónia nú skal eita Lýðveldið Norðurmakedónia
Forsetisráðharrin í Grikkalandi, Alexis Tsipras, og forsætisráðharrin í Makedónia, Zoran Zaev, skrivaðu undir avtaluna sunnudagin.
 
18.06.2018 - 08:58

Uttanríkisráðharrarnir í Grikkalandi og Makedónia hava skrivað undir eina avtalu, sum skal loysa eitt gamalt stríð um rættin at brúka navnið Makedónia.

Skrivað varð undir avtaluna í gjár, og hon ásetir, at Makedónia nú skal eita Lýðveldið Norðurmakedónia, skrivar Reuters.

Stríðið um navnið hevur vart síðani borgarakríggið í Jugoslavia, sum var.

Makedónia var eitt av teimum seks lýðveldunum í Jugoslavia, men í 1991 tók Makedónia loysing.

Ein landspartur har norðuri í Grikkalandi eitur eisini Makedónia, og grikkar hava verið ímóti, at fyrrverandi jugoslaviska lýðveldið eisini tók sær hetta navnið.

Stríðið hevur havt við sær, at Grikkaland hevur verið ímóti, at Makedónia sleppur upp í Nato og ES.

Hóast uttanríkisráðharrarnir í báðum londum skrivaðu undir avtaluna í gjár, eru allar súðir ikki syftar enn, tí tjóðartingini í báðum londum skulu eisini góðkenna avtaluna, og fólkaatkvøða skal vera í Makedónina og nýggja navnið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343