Undantakslógin í Turkalandi úr gildi

Undantakslógin í Turkalandi úr gildi
Undantakslógin, sum hevur verið í gildi í Turkalandi síðani miseydnaðu kvettroyndina 20. juli í 2016, fer úr gildi í kvøld.
Tilsamans lótu 249 fólk lív í hernaðarkvettinum, tá hernaðarflogfør bumbaðu høvuðsstaðin, Ankara, og samanbrestir vóru í Istanbul. Ein minnisvarði stendur í Istanbul.
Mynd: AFP  
 
18.07.2018 - 14:01

Andstøðan í turkiska tinginum sigur, at hóast lógin verður sett úr gildi, fara myndugleikarnir framvegis at stýra landinum við harðari hond. 

Í fyrstani varð sagt, at undantakslógin skuldi bara vera í gildi í tríggjar mánaðir, men síðani er hon longd sjey ferðir. Eingin umbøn er komin um leingja hana aftur, og tí fer hon úr gildi í kvøld.

Tilsamans lótu 249 fólk lív í hernaðarkvettinum, tá hernaðarflogfør bumbaðu høvuðsstaðin, Ankara, og samanbrestir vóru í Istanbul.

Meðan undantaksstøða hevur verið í landinum, eru 80.000 fólk handtikin, og 160.000 almenn starvsfólk eru søgd úr starvi, eitt nú løgreglufólk og lærarar á lærdum háskúlum.

Recep Tayyip Erdogan vann forsetavalið í Turkalandi í síðsta mánaði, og undir valstríðnum lovaði hann, at undantakslógin skuldi setast úr gildi.

Andstøðan sigur, at alt er kortini ikki leyst og liðugt. 

Stjórnin hjá Erdogan hevur lagt fram lógaruppskot, sum ber í sær, at Erdogan og tey, sum hann samstarvar við í tinginum, kunnu samtykkja varandi lógir um mál, sum stór ósemja hevur verið um.

Sambært uppskotinum frá stjórnarflokkunum, skulu myndugleikarnir í trý ár fáa heimild at senda embætisfólk til hús, sum verða hildin at hava samband við yvirgangsfelagsskapir. 

Bann skal eisini setast fyri at koma saman at mótmæla á almennum støðum eftir sólsetur. 

Løgreglan skal hava heimild at halda fólki aftur uttan skuldseting í tveir ella fýra dagar, um viðkomandi hevur framt fleiri lógarbrot.

Hóast undantakslógin nú fer í søguna, hevur stjórnin brúkt lógina til síðstu løtu.

8. juli vórðu boð givin, um at meira enn 18.000 almenn starvsfólk skuldu koyrast til hús.

Av teimum vóru sløk 9.000 løgreglufólk, tí sagt verður, at tey hava samband við yvirgangsfelagsskapir, og at tey eru hóttan fyri trygdina í landinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Týsdag 20. januar
Breddin: Bara ein vaksin í húskinum
202959
Týsdag 20. januar
Morgunlestur týsdagur 20. januar 2026
202876
Mánadag 19. januar
Nýggjár á Gentuvesinum 2025
202924
Mánadag 19. januar
Við Tórði á stytstadagstúri
202923
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797