Inntøkan hjá norskum oljurisa vaksin við 62 mia. kr. fyrsta ársfjórðing

Inntøkan hjá norskum oljurisa vaksin við 62 mia. kr. fyrsta ársfjórðing
Meðan oljuprísurin fyri vanlig fólk er vaksin nógv síðani kríggið í Iran byrjaði, so vísur rokniskapur hjá norska oljurisanum Equinor stóran vøkstur í inntøkum
Mynd: Equinor  
 
07.05.2026 - 08:03

Inntøkan hjá oljufelagnum, sum norski staturin er høvuðseigari av, vasks við 62 milliardum krónum fyrsta ársfjórðing í ár.

Tað er ein vøkstur upp á 13 prosent.

Sambært ársfjórðingsrokniskapunum hjá Equinor seinastu árini, hevur oljufelagið forvunnið nógvan pening, tá Russland gjørdi innrás í Ukraina.

Tá vaks serliga gass-prísurin, tí kríggið í Ukraina hevði við sær, at einki gass longur fór ígjøgnum gassleiðingarnar úr Russlandi um Ukraina.

 

Omanfyri 100 krónur

Áðrenn USA og Ísrael lupu á Iran í februar var prísurin fyri eina tunnu av olju millum 60 og 70 dollarar. Seinastu vikuna hevur prísurin verið omanfyri 100 dollarar fyri tunnuna. 

Tað er stongsulin av Hormuzsundinum, sum er orsøkin til, at oljuprísurin er vaksin nógv um allan heim. Tí ein fimtingur av heimsins olju fer vanliga ígjøgnum Hormuzsundið.

Tað kostar ikki meira pening hjá norska oljufelagnum at framleiða olju nú samanborið við áðrenn kríggið brast á, tí hava øktu prísinir við sær meira pening á botnlinjuni.

Sambært einum greinara hjá norska kringvarpinum, NRK, hevur Equinor yvir 5 milliónir danskar krónur meir í vinningi um mánaðin nú í mun til áðrenn kríggið brast á í Iran.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Nýtt ljóð
213059
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949