Skottilburður í Toronto

Skottilburður í Toronto
Í minsta lagi ein persónur er deyður, og 13 hava fingið løstir í skottilburði uttanfyri eina matstovu í Toronto tíðliga í morgun. 
Fleiri løgreglufólk á staðnum, har skottilburðurin fór fram.
Mynd: Reuters / Scanpix  
 
23.07.2018 - 08:57

Í minsta lagi ein persónur er deyður, og 13 hava fingið løstir í skottilburði uttanfyri eina matstovu í Toronto tíðliga í morgun. 

Tað skrivar løgreglan á Twitter. 

Eisini gerningsmaðurin er deyður. Sambært keldu innan løgregluna, skeyt maðurin eftir løgregluni og tók síðani seg sjálvan av døgum. 

Fráboðanin til løgregluna kom um 10-tíðina í gjárkvøldið lokala tíð.

Sambært vitnum skeyt ein svartklæddur maður millum 15 og 20 skot uttanfyri matstovuna Greektown í Toronto í Kanada.

Talsmaður hjá løgregluni sigur, at tað enn er óvist, hvør orsøkin til skottilburðin var.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112