Tunnil men eingin vegur at taka allar bilarnar

Tunnil men eingin vegur at taka allar bilarnar
Innkomuvegurin í Havn ikki liðugur fyrr enn trý ár eftir, at Eysturoyartunnilin kemur
Eysturoyartunnilin verður liðugur í 2020, og tá veksur bilatalið nógv, bæði í Streymoynni og í Eysturoynni
 
01.08.2018 - 13:01

Tað, sum ikki skuldi henda, hendir kortini - er nú aftur staðfest. Havnin er ikki til reiðar at taka allar bilarnar, sum koma til Havnar, tá Eysturoyartunnilin er liðugur.

Hóast Tórshavnar kommuna og landsstýrið í oktober 2016 gjørdu avtalu um innkomuveg til Havnar, verður tann vegurin ikki liðugur, tá Eysturoyartunnilin verður liðugur. Og verri enn so.

Neyðuga fíggingin ein avbjóðing

Í ískoytinum til frágreiðingina hjá løgmanni til løgtingið ólavsøkudag stendur, at neyðuga fíggingin hjá landinum er ein avbjóðing.

Vegurin verður ikki liðugur, tá koyrandi er undir sjónum úr Eysturoynni. Men hann eigur ikki at verða meira enn tvey-trý ár seinkaður, sigur Samferðslumálaráðið.

Sambært avtaluni, sum varð gjørd í 2016, skal landið gjalda 115 milliónir krónur fyri innkomuvegin, Partafelagið Eystur- og Sandoyartunlar 27 milliónir og Tórshavnar kommuna 24 milliónir krónur.

Stórur vøkstur  

Ferðslumetingar hjá Landsverki siga, at ferðslan til Havnar og úr býnum fer at vaksa 45 prosent, tá Eysturoyartunnilin letur upp í 2020. Landsstýrið sigur einki um vegirnar í Eysturoynni, sum skulu gerast í sambandi við Eysturoyartunnilin. 

Runavíkar kommunu hevur sagt, at har er brúk fyri nýggjum vegi, so øll ferðslan ikki fer gjøgnum miðbýin í Runavíkar kommunu.

Í Runavíkar kommunu skulu vegir gerast fyri 150 milliónir krónur, sigur býráðið. Men Landsverk mælir heldur til at gera tunnil undir Valaknúk í Gøtudali enn landsveg gjøgnum fjøruna í Runavík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. mars
LEITISSTEIN 27.03.2026
206382
Leygardag 28. mars
Upp á tá - 270326
206370
Leygardag 28. mars
Morgunlestur leygardagur 28.mars 2026
205925
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297