Andstøðan vil framskunda tunlarnar norður um Fjall

Andstøðan vil framskunda tunlarnar norður um Fjall
Andstøðan vil, at fíggingin av tunlunum norður um Fjall verður lutvíst knýtt at Norðoyatunlinum, tí so kann arbeiðið byrja uttan stórvegis drál.
 
21.08.2018 - 16:10

Andstøðan skjýtur nú upp at framskunda verkætlanina við tunlunum norður um Fjall. Andstøðan vil, at fíggingin av tunlunum norður um Fjall verður lutvíst knýtt at Norðoyatunlinum.

Tað krevur, at verklagslógin fyri Norðoyatunnilin verður broytt, tí felagið hevur eina bundna uppgávu bara at byggja og reka Norðoyatunnilin.

Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Sjálvstýri og Miðflokkurin vilja, at partafelagið Norðoyatunnilin fær rætt til at fyrireika og forprojektera vegagerðina og tunnilsgerðina millum Klaksvík og Árnafjørð, og millum Árnafjørð og Norðtoftir.

Landsverk skal undir ábyrgd mótvegis landsstýrismanninum góðkenna fyrireikingarnar og forprojekteringsarbeiðið.

Stendur Norðoyatunnilin sum byggiharri fyri tunlarnar norður um Fjall, kann arbeiðið byrja uttan stórvegis drál, heldur andstøðan.

Ger landið eina tunnilsverkætlan gjøgnum eitt alment partafelag, verður ikki neyðugt at spreingja fíggjarkarmin, heldur andstøðan.

Løguætlanin hjá landinum leggur annars upp til, at farið verður undir nýggjar tunlar norður um Fjall um umleið fýra ár.

Andstøðan heldur ikki, at tað er ráðiligt at bíða so leingi.

Trygdin í tunlunum er ikki nóg góð, tað er óhøgligt at ferðast í tunlunum, og verandi tunlar gera, at tað ber ikki til at menna vinnulívið í økinum norðan fyri Fjall, sigur andstøðan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672