Revsingin viðgerast í Landsrættinum

Revsingin viðgerast í Landsrættinum
Eystari landsrættur fer í dag at viðgera kærumálið frá Peter Madsen, sum býarrætturin í Keypmannahavn dømdi lívlanga fongsulsrevsing.
 
05.09.2018 - 13:14

Eystari landsrættur fer í dag at viðgera kærumálið frá Peter Madsen, sum býarrætturin í Keypmannahavn dømdi lívlanga fongsulsrevsing fyri at hava pínt og dripið svenska journalistin, Kim Wall, umborð á kavbáti sínum í august í fjør.

Landsrætturin skal bara taka støðu til revsingina.

Peter Madsen og verji hansara hava tikið til eftirtektar, at býarrætturin dømdi Peter Madsen sekan, hóast hann ongantíð hevur játtað seg sekan í manndrápi.

Peter Madsen og verji hansara vilja hava landsrættin at áseta eitt áramál fyri revsingina, og væntandi fer verjin at mæla rættinum til fongsulsrevsing í 12-16 ár, skriva danskir miðlar.

Landsrætturin hevur sett tríggjar dagar av at viðgera málið.

Seinastu 10 árini eru 14 fólk í Danmark dømd lívlanga fongsulsreving. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444