Bryggjarí skulu kunna selja egna framleiðslu

Bryggjarí skulu kunna selja egna framleiðslu
Magni Laksáfoss, løgtingsmaður, sigur, at føroysk bryggjarí eiga at sleppa at selja alla sína framleiðslu sjálv.
 
11.09.2018 - 09:42

Bryggjaríini eiga at sleppa at selja alla sína framleiðslu sjálvi.

Tað sigur Magni Laksáfoss, løgtingsmaður, sum hevur uppskot í tinginum um at broyta orðið øl til egna framleiðslu í rúsdrekkalógini.

Sambært galdandi lóg hava bryggjaríini loyvi til at selja øl upp til 5,8 rúmprosent.

Magni Laksáfoss sigur, at við hansara uppskoti kunnu bryggjaríini selja alla sína framleiðslu.

Bæði føroysku bryggjaríini gera sider, og Føroya bjór ger eisini ginn, vodka og akvavitt.

Tveir tingfundir eru á skránni í næstu viku, mikudagin og hósdagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
193457
Týsdag 17. juni
Veðrið
193424
Mánadag 16. juni
3-2 (16. september 2025)
193379