Sangir úr mínum lívi: Guðrun Sólja Jacobsen greiðir frá sínum tónleikalívi

Sangir úr mínum lívi: Guðrun Sólja Jacobsen greiðir frá sínum tónleikalívi
Í triðja parti av útvarpsrøðini Sangir úr mínum lívi hittir Lív Mikkelsen songkvinnuna Guðrun Sólju Jacobsen
 
18.06.2025 - 12:00

Í sendingini greiðir Guðrun frá nøkrum av teimum sangum, sum hava havt serligan týdning í lívi hennara sum listafólk, men eisini í tí privata.

Guðrun Sólja er fødd og uppvaksin á Tvøroyri. Frá tí hon var 13 ára gomul og spældi við Tvøroyrar Hornorkestri, hevur tónleikur verið ein reyður tráður í lívinum hjá Guðrun Sólju. Hon hevur sungið í ymsum kórum og staðið á óteljandi pallum. Í Sangir úr mínum lívi deilir hon síni minni og sínar kenslur við tónleiki, ið hevur fylgt henni alla lívsleiðina – og framvegis setur sín dám á hennara yrki og lív. 

Í dag býr Guðrun Sólja í Havn. Hon er nýútbúgvin fólkaskúlalærari frá Fróðskaparsetri Føroya og starvast sum sanglærari á Musikkskúlanum á Tvøroyri. Umframt hetta hevur hon í nógv ár undirvíst í sangi á Tórshavnar Kvøldskúla. 

 

Ein rødd úr Tvøroyri við altjóða dámi 

Longu í 2001 varð Guðrun vald til ársins songrødd í Føroyum, men tað var í 2003, at hennara navn veruliga kom fram í ljósið, tá hon vann donsku sangkappingina Stjerne for en aften. Við sterkum framførslum, sum t.d. Promise Me hjá Beverley Craven og Hero hjá Mariah Carey, gjørdist hon landskend í Danmark og fekk stóra viðurkenning fyri sítt listarliga avrik. 

Síðani hevur tónleikur fylt nógv í hennara lívi. Hon hevur tikið trý ára útbúgving á Complete Vocal Institute. Fyrsta fløgan hjá henni “Quiet Storm” kom út í 2003, onnur fløgan “Wake Up” í 2005 og í 2012 gav hon út EP´ina The First Four, sum var samstarv við Mariu Guttesen. 

Guðrun hevur verið virkin í føroyska tónleikalívinum og hevur millum annað sungið saman við Deiggj, Røkkva, Janusi Trúgvasyni, Evi Tausen og Tórshavnar Big Band. Hon hevur eisini sungið inn jólasangir og tøkuløg og lagt rødd til animatiónsfilmar hjá Disney, m.a. Klokkeblomst (2008) og Modig (2012). 

Hon hevur framført á stórum festivalum sum Langelandsfestivalinum og Skanderborgfestivalinum og á stórum pallum sum DR Slotskonsertunum og í Tivoli saman við Tivoli’s Big Band. 

Tónleikurin hevur altíð verið ein týdningarmikil partur av hennara lívi. Í sendingini gevur Guðrun Sólja áhoyrarunum eitt innlit í sítt tónleikalív og hevur valt, at hesir sangir skulu spælast í sendingini: 

Alanis Morissette – Ironic 

Uriah Heep – Wise Man 

ABBA – Thank You for the Music 

Stanley Samuelsen – Útferðarhugur 

Guðrun Sólja – Wander Away 

Bjørn Eidsvåg – Skyfri Himmel 

India Arie – Just for Today 

Joni Mitchell – A Case of You 

Sendingarnar Sangir úr mínum lívi kunnu hoyrast á KVF Ljóð. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650