Telva móti Bosnia-Herzegovina í dag

Telva móti Bosnia-Herzegovina í dag
Annað umfar í talvolympiaduni er á skránni í dag
 
25.09.2018 - 10:57

Føroyar telva móti Bosnia-Herzegovina í øðrum umfari á talvolympisku leikunum í Georgia í dag.

Føroyska liðið vann 3½-½ á Sierra Leone í fyrsta umfari. John Rødgaard, Olaf Berg og Martin Poulsen vunnu, og Carl Eli Samuelsen telvaði javnt.

Bosnia-Herzegovina er styrkismett nummar 56 og Føroyar nummar 76 av teimum 185 liðunum í almennu røðini. 

Hava vunnið á Bosnia-Herzegovina

Tað var annars nettupp móti Bosnia-Herzegovina, at Føroyar fingu sítt glæsiligasta úrslit á seinastu talvolympiaduni í Aserbadjan. 

Tá var úrslitið óvæntað 2½-1½ til Føroyar. Helgi Dam Ziska og Sjúrður Thorsteinsson vunnu og John Rødgaard telvaði javnt ta ferðina.

Bosnia-Herzegovina hevur at kalla somu manning sum fyri tveimum árum síðani. 

Ivaleyst vilja teir nú løna okkum snópisliga ósigurin aftur. 

Bosnia-Herzegovina er viknað sum talvtjóð, tí í løtuni eru teir langt frá góðu úrslitunum, ið teir høvdu fyrrapartin í 90-unum, tá borgarakríggj annars herjaði í Balkan-landinum.

Í 1994 endaði Bosnia-Herzegovina nummar tvey á talvolympiaduni í Moskva.

Oddamenn á liðnum tey árini vóru stórmeistarnir Predrag Nikolic og Ivan Sokolov, sum knýttu sterk bond til Føroyar í 1992, tá ið teir komu higar at vera fyri summarið eftir at borgarakríggið í heimlandinum av álvara var brostið á.

Hvørgin teirra er longur partur av bosniska landsliðnum.

Teir, sum mannað føroyska liðið í dag, eru Helgi Dam Ziska, John Rødgaard, Olaf Berg og Martin Poulsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672