Suðringar í øðini um tunnilsraðfesting

Suðringar í øðini um tunnilsraðfesting
Suðringar eru í øðini um, at løgmaður, hevur lagt seg út í ætlanina hjá Henriki Old, landsstýrismanni, um at bora tunnil til Fámjíns fyrst.
Suðringar krevja nú, at farið verður undir arbeiðið at gera tunnil til Fámjins.
 
30.09.2018 - 18:11

Suðringar eru í øðini um, at Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur lagt seg út í ætlanina hjá Henriki Old, landsstýrismanni, um at fara undir at bora tunnil til Famjíns. 

Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, vil hava, at farið verður undir at gera ein Fámjinstunnil fyrst. Síðani kann arbeiði at gera ein tunnil til Dals byrja. 

Men løgmaður og landsstýri vilja tað øðrvísi. Landsstýrið hevur samtykt, at Dalstunnilin skuldi vera nummar eitt í raðfestingini og Fámjinstunnlin nummar tvey. Løgmaður sigur, at tann raðfestingin er framvegis galdandi.

Fámjín og Suðuroyggin eru fyri hóttafalli

Seinasta felagið, sum hevur gjørt vart við seg, er Suðuroyar Tjóðveldisfelag, sum er fyri alla oynna.

Felagið sigur, at Suðuroyggin, eins og Famjín, er fyri hóttafalli. Arbeiðsloysið er nógv tað hægsta í landinum, fólkatalið gongur støðugt skeiva vegin, tað gerast alsamt fleiri eldri fólk, samstundis sum talið av yngri fólki minkar, og ferðin, sum er á búskaipinum í landinum, sæst ikki aftur í Suðuroy.

Tí tekur Suðuroyar Tjóðveldisfelag undir við javnaðarfeløgunum í Suðri, og um samgongan ikki maktar at standa saman um ætlanina, so eiga suðringar at standa saman sum ein eind og vísa sína styrki.

- Hetta fer at síggjast aftur í Løgtingsvalinum

Suðuroyar Tjóðveldisfelag gevur Henriki Old, landsstýrismanni, fullan stuðul í ætlanini um Famjínstunnilin. Felagið skrivar, at allar fortreytir eru fyri, at hetta skal eyðnast, men hóast tað, skal tunnilin til Fámjins steðgast ella útsetast. Og við hesum úrslitinum verður farleiðin til Fámjins trýst longur út í óvissuna - og lívið í bygdini tað sama.

Hesi umboðini í samgonguni, sum ikki vilja gera tað rætta, mugu svara fyri seg sjálvi, men eitt er so púra sikkurt hjá okkum veljarum; hetta kemur at síggjast aftur á Løgtingsvalinum.

Bæði javnaðarfeløgini í suðuroynni, Suðuroyar sunnara og Suðuroyar norðrara javnaðarfelag, siga seg stuðla ætlanini hjá Henriki Old um Famjínstunnilin, og at arbeiðið byrjar alt fyri eitt. Og feløgini heita á síni løgtingsumboð um at finna eina loysn til frama fyri fámjiningar og suðuroyingar allar, skriva javnaðarfeløgini í Suðri.

Stenberg: kunnu játta meira pengar til tunnilstoymið

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna hjá Tjóðveldi hevur eisini lagt seg út í kjakið um Famjíns- og Dalstunnilin.

Hon skrivar, at ein máti at loyst trupulleikan hevði verið at játtað meira pening til tunnilstoymið, so báðar verkætlanirnar kunnu gerast fyrr, enn ætlað. Ber tað ikki til, sigi eg sum landsstýrismaðurin. Famjin fyrst, skrivar Sirið Stenberg.

Eingir pengar settir av til Fámjinstunnilin

Í uppskotinum til fíggjarlóg, sum varð lagt fram fríggjadagin, eru eingir pengar settir av til tunnil til Famjíns. Hinvegin eru 7 milliónir krónur settar av til tunnil til Dals.

Eftir tí heldur løgmaður fast um ætlanina, at tunnilin til Dals skal gerast fyrst.

Yvirfriðingarnevndin: Arbeiðið kann byrja

Fríggjadagin varð yvirfriðingarnevndin í Suðri og hugdi eftir plássinum, har Famjínstunnilin skal borast.

Nevndin avgjørdi á staðnum, at tunnilsarbeiðið kann byrja. Hetta eru kortini tíðindi, sum enn ikki eru váttað av Yvirfriðingarnevndini.

Leggja fram verklagslóg

Og so er komið fram, at fleiri tingfólk, sum hava tilknýti til Suðuroynna, fara at leggja uppskot um eina verklagslóg fyri løgtingið, sum skal slóða fyri, at farast kann undir at gera tunnil til Famjíns.

Sum útvarpið skilir, eru eisini tingfólk í Suðuroynni við til at leggja uppskotið fram, men hetta er tó ikki váttað enn.

Henrik Old, landsstýrismaður, hevur ongar viðmerkingar til málið í dag.

Hann sigur, at tað eru teir tríggir formenninir í samgonguflokkunum, sum viðgera málið, og at hann einki meir hevur fingið at vita.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 5. oktober
Plátupanelið #021 (Break Up-plátur)
181685
Leygardag 5. oktober
Jambalaja - 051024
181682
Leygardag 5. oktober
Upp á tá - 041024
181681
Leygardag 5. oktober
Vikan - 5. oktober 2024
181672
Leygardag 5. oktober
Morgunlestur leygardagur 5. oktober 2024
180903
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181622
Fríggjadag 4. oktober
Veðrið
181647
Hósdag 3. oktober
Sært tú fuglin? II (1:2)
181586
Mikudag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181510
Týsdag 1. oktober
Veðrið
181488