Møguliga hvítvaskað yvir eina milliard

Møguliga hvítvaskað yvir eina milliard
Málið um hvíttan av pengum í peningastovninum, Nordea, kann snúgva seg um yvir eina milliard krónur.
 
17.10.2018 - 11:20

Svenska bakmanspolitiið hevur almannakunngjørt, at skjøl eru fingin til vega, sum geva illgruna um, at peningastovnurin Nordea møguliga hevur hvítvaskað pengar. 

Ein frágreiðing, sum Danmarks Radio hevur fingið hendur á, vísir, at talan møguliga er um hvíttan av pengum fyri yvir eina milliard krónur. 

Myndugleikar í bæði Svøríki, Norra og Danmark hava fingið fráboðanir um møguliga hvíttan av pengum í Nordea. Tað er bretski vinnulívsmaðurin, William Bowder, sum hevur givið fráboðanirnar. Tað var eisini hann, sum gjørdi vart við, at Danske Bank hvíttaði pengar.

Svenska bakmanspolitiið váttar, at tey hava fingið fráboðan um Nordea. DR sigur seg hava skjøl, sum vátta, at danskir og norskir myndugleikar í gjár fiingu fráboðan um Nordea, men hetta kann danska bakmanspolitiið tó ikki vátta.

Frágreiðingin, sum DR nevnir, vísir illgrunasamar flytingar fyri umleið 1,1 milliardir krónur til kontur í deildum hjá Nordea í Svøríki, Finlandi, Danmark og Norra. Og flytingarnar hava eisini samband við málið um Danske Bank.

Málið um peningahvíttanina í Danske Bank fevndi um yvir túsund milliardir, men tað málið fevndi um flytingar í Estlandi.

Hesa ferð er talan um flytingar í Norðurlondum, og í norðurlendskum høpi er talan um eitt stórt mál, sigur Jakob Dedenroth Bernhoft, stjóri í revisorjura.dk og serfrøðingur í peningahvíttan.

Nordea hevur áður fingið bót fyri at hava ov lítið eftirlit við peningahvíttan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985