Annað felag tók við sparingum

Annað felag tók við sparingum
Tórshavnar kommuna slapp við skelkinum, tá arbeiðið at gera frítíðarskúlan á Argjahamri lidnan skuldi latast byggifelag.
 
22.10.2018 - 13:07

Samráðingar vóru við eitt byggifelag um at fáa prísin niður, og tað lukkaðist eisini.

Men av tí, at politikarar sjáldan skunda sær, fór freistin, og byggifelagið vildi ikki vera við longur. 

Tað eydnaðist tó kommununi at gera sáttmála við annað byggifelag við teimum sparingum, sum hitt byggifelagið góðtók.

Søgan er ikki sørt løgin, sæst í skránni fyri býráðsfundin í Havn hóskvøldið.

Byggingin varð boðin út í undirhondsútbjóðing til tvey byggifeløg, smápartafeløgini BP bygging og TG verk.

BP bygging bjóðaði tvær milliónir og 969.660 krónur. Tilboðið hjá TG verki var tvær milliónir og 830.660 krónur.

Hetta var ov nógv, helt kommunan. 

Men við samráðingum við TG verk fekst tilboð teirra niður í tvær milliónir og 408.822 krónur. Sparingin er góðar 400.000 krónur.

So gongur tíðin, tí málið skuldi viðgerast politiskt. Av tí at meira enn 20 dagar, sum var freistin, gingu, var tilboðið ikki longur bindandi fyri TG verk.

Og hin tilboðsgevarin, BP bygging, hevði ikki áhuga í sparingunum.

Men tað hevði smápartafelagið VP, tað er Valbjørn Dalsgarð. Felagið vil gera arbeiðið fyri tvær milliónir og 408.822 krónur.

Tað er júst prísurin, sum kommunan fekk við samráðingum við TG verk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012