18,7 milliónir eykajáttan til Glasir

bannari
18,7 milliónir eykajáttan til Glasir
Landsstýriskvinnan í mentamálum er farin í Løgtingið at biðja um 18,7 milliónir krónur til at gjalda eykarokningar á Glasi
 
06.11.2018 - 12:06

Landsstýriskvinnan í mentamálum biður Løgtingið um fleiri pengar til nýggja skúladepilin í Marknagili í Havn.

Tilsamans mangla 18,7 milliónir krónur í til at gjalda rokningar, nú bygningurin er um at vera liðugur.

Tað váttar Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, sum eigur skúladepilin.

Rigmor Dam, landsstýriskvinna, er kunnað um málið, og hon er farin í Løgtingið við eini umbøn um fleiri pengar.

Umbønin um eykajáttanin er ikki løgd fram enn, men tað verður hon sum skilst seinni í dag.

Sambært Poul Geert Hansen hevur málið skund, tí vandi er fyri, at arbeiðið at gera skúladepilin lidnan, steðgar upp.

Hóast skúlin varð tikin í nýtslu eftir summarfrítíðina, so er framvegis arbeiði eftir at gera. 

Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, sum er byggiharri, hevur í løtuni onga viðmerking til málið.

Ewald Kjølbro kunnar ídag politisku skipanina um støðuna á Glasir.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Fríggjadag 5. juni
LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)
209353
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233