Laksaútflutningurin er minkaður 600 mió. kr. í ár

Laksaútflutningurin er minkaður 600 mió. kr. í ár
Útflutningurin av laksi og uppsjóvarfiski er nógv minkaður, men útflutningsvirðið á botnfiski er vaksið
 
16.11.2018 - 10:18

Útflutningurin fyrstu níggju mánaðirnar í ár minkaði 764 milliónir krónur, ella 12 prosent, samanborið við somu tíð í fjør, vísa tøl hjá Hagstovuni.

Hinvegin vaks innflutningurin 270 milliónir kr., ella fimm prosent.

Útflutningsvirðið á toski, upsa og hýsu vaks 66 milliónir fyrstu níggju mánaðirnar, ella sjey prosent, men laksaútflutningurin minkaði 600 milliónir kr., ella 21 prosent.

Útflutningurin av uppsjóvarfiski, t.e. makreli, sild og svartkjafti, var 420 milliónir kr. minni enn í fjør, ella 38 prosent.

Brennievni fyri 270 mió. kr. meira

Størsti vøksturin í innflutninginum fyrstu níggju mánaðirnar í ár hevur verið brennievni, 270 milliónir meira enn í fjør.

Vit hava innflutt maskinur og amboð fyri 200 milliónir meira enn í fjør, og innflutningurin av tilfari til byggivinnuna var 150 milliónir størri enn fyrstu níggju mánaðirnar í fjør, vísa tølini hjá Hagstovuni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532