Eik-málið tikið uppaftur

bannari
19.11.2018 - 15:55
AktueltSamfelag
Eik-málið tikið uppaftur
Framløgur verða komandi dagarnar í føroyska Eik-málinum
 

Bara Marner Jacobsen og Hans Jóhan Laksá møttu sjálvir í Føroya rætti, tá Eik-málið varð tikið upp aftur í dag. Fíggjarligt Støðufesti og hinir tríggir, sum eru stevndir í málinum vóru umboðaðir av sakførarunum.

Framløga hevur verið allan fyrrapartin og verður aftur í morgin 20. november og mikudagin  21. november.  

Í dag hevði sakførarin hjá Fíggjarligum Støðufesti framløgu, og hann legði millum annað dent á fíggjarkreppuna og Bankapakka II.

Eik-leiðslan vil vera við, at fíggjarkreppan kom púra óvart á, segði sakførarin hjá Fíggjarligum Støðufesti, undir framløguni. Tí læs hann millum annað upp úr fundarfrásøgnum frá nevndarfundum, har fíggjarkreppan hevur verðið viðgjørd í 2007, 2008 og 2009.

Eitt nú verða høgu húsaprísirnir viðgjørdir, møguleikin fyri eini bústaðarbløðru og ovurupphiting av búskapinum. Dømir um, at nevndin hevur viðgjørt húsaprísirnir, er viðkomandi millum annað tí eitt av teimum fimm málunum, sum Fíggjarligt Støðufesti hevur stevnt fyri, er lán til Valbjørn Dalsgarð, sum fór undir bústaðarbygging Undir Kongavarða, segði sakførarin hjá Fíggjarligum Støðufesti millum annað.

Síðan fór hann ígjøgnum viðurskifti í sambandi við Bankapakkan hjá danska statinum. Eitt nú umsóknirnar hjá føroyska og danska bankanum um at fáa veðhald frá statinum. Eftir Bankapakka II skuldu bankarnir søkja um at fáa hetta veðhald og fingu tað einans, um bankin var nøkunlunda væl fyri og var mettur at kunna klára seg sjálvan. 

Tí hevur hetta áhuga hjá teimum sakstøktu at fáa fram - báðir bankar vórðu góðkendir at fáa einsæris veðhald frá statinum bara eitt ár frammanundan, at bankin fór av knóranum.  

Sakførarin legði í hesum sambandi fram eitt brævaskifti millum Fíggjarligt Støðufesti og Fíggjareftirlitið, har Fíggjareftirlitið helt, at tað var ivasamt, um bankin livdi upp til solvenskravið. Harafturat tær serligu umstøður, sum vóru galdandi, tí at Marner Jacobsen vildi hava veðhaldið fyri 6,6 milliardir krónur fyri føroyska bankan.

Teir fimm, sum eru stevndir í sakarmálinum móti leiðsluni í Føroyska Eik-bankanum, eru Fritleif Olsen, sum var nevndarformaður í Eik, Odd Bjellvåg, sum var næstformaður, Marner Jacobsen, sum var forstjóri í bankanum og Bjarni Olsen, stjóri. Harafturat er granskoðarin Hans Laksá og hansara granskoðaravirki NOTA stevnt fyri sín leiklut í árunum fram til krakkið í 2010.

Tann 26. oktober fall dómur í rættarmálinum ímóti Danska EIK Bank, og hesin dómurin kann ávirka føroyska rættarmálið. 

Tað er tó ógreitt enn, tí Fíggjarligt Støðufesti hevur freist til 23. november at kæra rættarmálið.

Kærir Fíggjarligt Støðufesti ikki, kunnu partar av málinum fella burtur, tí so verður dómurin hjá Eystara Landsrætti endaligur og fleiri viðurskifti ganga aftur í føroyska og danska málinum.

Marner Jacobsen, Henrik Ørsted, Jesper Clausen, og Kim Sandberg, sum vóru dømdir í danska rættarmálinum, hava kært dómin. Teir vóru dømdir at gjalda 28,6 milliónir krónur í endurgjaldi til Fíggjarligt Støðufesti í sambandi við eitt lánisamstarv við Schaumann Properties. Teir vóru fríkendir í hinum fimm viðurskiftunum. 

Ætlanin er, at málið verður tikið uppaftur 10. desember, og tá verða millum annað avhoyringar av vitnum. Dómur fellur væntandi í málinum í summar.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. september
Morgunlestur mánadagur 16. september 2019
98623
Sunnudag 15. september
Vælgagnist
98759
Sunnudag 15. september
Guðstænasta í Norðskála kirkju
98750
Leygardag 14. september
Fiskivinnan: mín ringasta marra
98742
Leygardag 14. september
Hetta heilaga Evangeliið skrivar 14. sept. 2019
98491
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. september
Guðstænasta úr Kollafjarða kirkju
98752
Sunnudag 15. september
Andaktin
98749
Fríggjadag 13. september
Kaj Klein konsert í Maggies
98618
Mánadag 9. september
3-2
98522
Sunnudag 8. september
Andakt við Ólavi Øre Hansen
98487