Sóknast eftir uttanríkisfrágreiðing

Sóknast eftir uttanríkisfrágreiðing
Løgmaður segði fyri einum ári síðani, at vinnumálaráðharrin fór at leggja fram uttanríkisfrágreiðing í vár. Enn er eingin frágreiðing løgd fram.
 
21.11.2018 - 07:56

Edmund Joensen í Sambandsflokkinum spyr nú løgmann, hví eingin uttanríkisfrágreiðing er latin løgtinginum í hesum valskeiðnum.

Edmund Joensen setti løgmanni ein líknandi spurning fyri einum ári síðani, og tá svaraði Aksel V. Johannesen, at landsstýrismaðurin í uttnaríkismálum fór at leggja frágreiðing fyri tingið í vár.

Várið er farið, summarið somuleiðis, og seinasta freist at leggja uppskot fyri tingið um heystið er eisini farin.

Samgonguskeiðið er eisini farið at halla, og eingin frágreiðing er komin løgd fram enn, sigur Edmund Joensen.

Tað er ikki ein nøktandi støða, at tingið ikki fær frágreiðing um uttanlandsmál. Løgtingið er politiska grundarlagið undir einum veruligum og trygggum uttanlandspolitikki hjá landsstýrinum og Føroyum, sigur Edmund Joensen í viðmerkingunum til spurningin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329