EM-undankapping í badminton byrjar í dag

EM-undankapping í badminton byrjar í dag
Sjey føroyskir badmintonspælarar luttaka í EM undankapping fyri lið í Fraklandi
 
07.12.2018 - 09:35

Í dag byrjar EM-undankappingini fyri lið. Føroyar hava sjey luttakarar við.

Føroyar eru í bólki saman við Fraklandi, Slovakia og Estlandi.

Hvør dystur telur einmansleik hjá kvinnum og monnum, tvímansleik hjá kvinnum og monnum og eisini ein dyst í blandaðum tvímansleiki.

23 tjóðir eru við. Hinir bólkarnir verða avgreiddir í Onglandi, Moldova, Portugal, Týsklandi, Póllandi og Bulgaria.

Fyrsti dysturin hjá Føroyum er ímóti Fraklandi í dag klokkan 13.00

Hesi umboða Føroyar:

Rannvá Djurhuus Lyngby/HBF
Kristina Eriksen HBF
Gunnva Jacobsen HBF
Niclas Eysturoy HBF
Bartal Poulsen Viby/MBF
Benjamin Gunnarstein KMB2010/HBF
Magnus Dal-Christiansen HBF


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214