Øll barsilsskipanin eigur at broytast hesaferð

Øll barsilsskipanin eigur at broytast hesaferð
Føroya arbeiðsgevarafelag mælir frá at broyta lógina um barsil enn einaferð
Arbeiðsgevarafelagið heldur, at nú er barsilsskipanin broytt í smáum nóg ofta seinastu árini.
 
14.12.2018 - 13:02

Føroya arbeiðsgevarafelag mælir frá at broyta lógina um barsil enn einaferð.

Samferðslumálaráðið ætlar at leingja barnsburðarfarloyvið. 

Barsilslógin er alt ov ofta broytt, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

Tí heldur Arbeiðsgevarfelagið enn sum fyrr, at tíðin er búgvin til at viðgera alla barsilsskipanina sum hon er.

Tað undrar eisini arbeiðsgevararnar, at til ber at koma við áhaldandi broytingum, sum hava øktar útreiðslur við sær, uttan at hetta krevur størri inngjald. 

Hetta má merkja, at ov nógv hevur verið goldið inn í skipanina higartil, ella at ov lítið verður sett av til verri tíðir, heldur Arbeiðsgevarafelagið. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542