Fingu 200 tons afturat frá Noregi

Fingu 200 tons afturat frá Noregi
Føroyar og Noreg eru vorðin samd um sínámillum fiskiveiðirættindi í 2019 
Samráðingarleiðarnir Andras Kristiansen og Ingrid Vikanes skrivaðu undir avtaluna millum Føroyar og Noreg seinnapartin hósdagin.
Mynd: Fiskivinnuráðið.  
 
15.12.2018 - 16:08

Føroyar hava fingið 200 tons av botnfiski afturat í norskum sjógvi næsta ár.

Føroyar og Noreg eru vorðin samd um sínámillum fiskiveiðirættindi í 2019. 

Annars eru bara smávegis broytingar samanborið við í ár. 

Føroysk skip sleppa at fiska 4.610 tons av toski, 1.075 tons av hýsu, 500 tons av upsa og 400 tons av øðrum fiskasløgum í norskum sjógvi í 2019. 

Sleppa í norskan sjógv eftir russiskum fiski 

Harumframt sleppa føroysk skip at fiska 3.450 tons av toski og 300 tons av hýsu, sum eru í sáttmálanum við Russland, í norskum sjógvi.

Norsk skip hava fingið 220 tons av blálongu og brosmu afturat í føroyskum sjógvi, men 50 tons minni av upsa.

Norska makrelkvotan í føroyskum sjógvi í 2019 verður óbroytt, 5.979 tons.

Men norsk skip sleppa at fiska 30.000 tons av svartkjafti í føroyskum sjógvi í 2019. Tað eru 2.640 tons minni enn í ár.
 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. februar
Jambalaja - 210226
204591
Leygardag 21. februar
Vikugesturin: Øll hava rætt til verju
204585
Leygardag 21. februar
Upp á tá - 200226
204584
Leygardag 21. februar
Vikan 21. februar 2026
204582
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: VÍF - Kyndil
204604
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá monnum: Kyndil - H71
204607
Leygardag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204575
Fríggjadag 20. februar
Veðrið
204564
Fríggjadag 20. februar
Ronja í løtuni í Kaldbak
204483