Strika kanning av niðurskotnum forsetaflogfari

Strika kanning av niðurskotnum forsetaflogfari
Drúgva kanningin av tilburðinum, tá eitt flogfar við forsetanum í Rwanda varð skotið niður í 1994, er nú steðgað
Hendingin í 1994 elvdi til fólkadrápið í Rwanda.
 
28.12.2018 - 10:06

Franskir dómarar hava steðgað drúgvu kanningini av tilburðinum, tá eitt flogfar við forsetanum í Rwanda umborð varð skotið niður í 1994. Tað skrivar BBC.

Deyði forsetans - forsetin æt Juvenal Habyarimana - útloysti fólkamorðið í Rwanda, har meira enn 800.000 fólk vórðu dripin.

Fýra ár eftir tilburðin settu fraklendingar eina kanning í verk, eftir at familjulimir hjá fronsku manningini, sum eisini doyði, høvdu biðið um tað.

Ein av dómarunum skuldsetti Tutsi-uppreistrarfólk undir leiðslu av núverandi forsetanum í Rwanda, Paul Kaggame, fyri álopið, og boð vórðu givin um at handtaka fleiri av hansara tættastu samstarvsfeløgum.

Men nú - beint fyri jól - vórðu skuldsetingarnar tiknar aftur, tí nóg góð prógv ikki vóru.

Sakførarar hjá einkjuni eftir fyrrverandi forsetan, sum lat lív í álopinum í 1994, siga við AFP, at grundin til, at kanningin nú verður steðgað, er politisk.

- Hendan avgerðin hjá fronsku dómarunum er eitt slag av resignatión, tí ákærarnir ikki hava dugað at fingist við politiska bakstøðið í málinum, sigur Philippe Meilhac við AFP.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. januar
Upp á tá - 300126
203537
Leygardag 31. januar
Jambalaja - 310126
203536
Leygardag 31. januar
Vikugesturin: Skommin er burtur
203530
Leygardag 31. januar
Vikan 31. januar 2026
203527
Leygardag 31. januar
Morgunlestur leygardagur 31.januar 2026
203271
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189