Farmur og ferðafólk broyta siglingina hjá Smyrli

Farmur og ferðafólk broyta siglingina hjá Smyrli
Ferðaætlanin hjá Smyril verður broytt mánadagin 14.januar. Fráferðir verða fluttar
Smyril broytir fráferðir bæði av Tvøroyri og av Havnini.
 
05.01.2019 - 13:32

Ferðaætlanin hjá Smyril verður broytt mánadagin 14.januar.

Túrarnir verða tó eins nógvir, men fráferðir verða broyttar.  

Til túrin kl.17.30 av Tvøroyri hósdag hevur farmur framíhjárætt. 

Túrarnar fríggjadag kl.16.00 av Tvøroyri og kl.18.30 av Havnini og sunnukvøld kl.17.30 av Tvøroyri og kl.20.00 av Havnini  hava bilar og ferðafólk framíhjárætt sambært nýggju ferðaætlanini hjá Smyrli. 

Ferðaætlanin hjá Bygdaleiðum verður eisini broytt, so bussarnir koyra sambært siglingini hjá Smyrli.  

Meiri farmur og fleiri ferðafólk gera, at Strandfaraskip landsins broyta siglingina hjá Smyrli.

Økjandi farmaflutningingurin økir trýstið á trygdina, so enn einaferð verður gjørt vart við verandi farmaflutningsreglur, sum verða gjørdar meira ítøkiligar á Krambatanga.

Nýggja ferðaætlanin hjá Smyrli, sum kemur í gildi 14.januar, er á heimasíðuni ssl.fo.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129